Nei er yndisorðið hjá Bárði

Nei, nei og kortanei. Hetta tykist at vera yndisorðið hjá Bárði Nielsen, formanni Sambandsfloksins. Hann hevur verið púra avgjørdur, tá ið tað kemur til føroysku stjórnarskipanina, sum skal til fólkaakvøðu í næstum. Hon fer út um donsku grundlógina og slítur sokallaða “ríkisfelagsskapin”, sigur Bárður Nielsen. Lars Løkke Rasmussen, danski forsætismálaráðharrin, er tó ósamdur. Í samrøðu við Sosialin sigur forsætismálaráðharrin, at hann metir uppskotið, sum er sent út til hoyringar, at vera í lagi. Nú er spennandi at vita, um Bárður Nielsen broytir hugsan.

Nógv eru vit, sum kundu hugsað okkum, at stjórnarskipanin var eitt loysingarskjal, eins og Bárður Nielsen oftani hevur sagt, tað er. Men hetta hevur ongantíð verið ætlanin hjá samgonguni við stjórnarskipanini. Hon skal vera eitt samleikaskjal fyri alla tjóðina, sum staðfestir okkara rættindi og skyldur sum fólk. Týdningarmiklast av øllum skal hon viðurkenna, at tað bert er føroyska fólkið, sum hevur avgerðarrætt í spurninginum um føroyska loysing.

Lars Løkke Rasmusen er ikki bert danskur forsætismálaráðharrin, hann er eisini formaður í Vinstra, sum er danska systurfelagið hjá Sambandsflokkinum. Tað man vera heldur súrt hjá Bárði Nielsen, at formaðurin í systurfelagnum ikki tekur undir við Sambandsflokkinum. Fyrr í ár vóru Bárður Nielsen og Magni Laksáfoss á fundi við forsætismálaráðharrin. Teir talaðu ímóti føroyska stjórnarskipan, men neyvan hava teirra grundgevingar verið nóg sannførandi. Lars Løkke Rasmussen sigur hinvegin, at stjórnarskipanaruppskotið kann góðtakast.

Tað verður ein stórur dagur, tá ið føroyingar skulu á fólkaatkvøðu á flaggdegnum komandi ár. Hetta verður okkara møguleiki at samtykkja okkara egna samleikaskjal. Eitt skjal, sum vit sum tjóð kunnu vera errin av. Sambandsflokkurin hevur mangan halta aftaná. Tey vóru ímóti føroyskum máli í skúla og kirkju, ímóti at viðurkenna egið flagg, ímóti nógvum av framdu yvirtøkunum. Tey eru eisini ímóti føroyska stjórnarskipan, men haldi, at søgan hevur prógvað, at um nøkur ár stuðla tey eisini stjórnarskipanina – tí hon er fyri allar føroyingar, eins og málið, Merkið og okkara mentan er.