Nevnd úr Norðurlandaráðnum á vitjan

Í hesum døgum ferðast vælferðarnevndin hjá Norðurlandaráðnum í Føroyum. Hervør Pálsdóttir sigur, at endamálið er at læra um serføroysk viðurskifti og fáa íblástur úr føroyskum loysnum. 

Væferðarnevndin hjá Norðurlandaráðnum ferðast í hesum døgum í Føroyum, har hon skal vitja ymiskar føroyskar stovnar. Tey skulu millum annað vitja Kvinnuhúsið, Almannaráðið og hava vitja ALS.

Hervør Pálsdóttir er forkvinna í Sosialistisk Ung i Norden, og hon er vald í vælferðarnevndina hjá Norðurlandaráðnum vegna tann bólkin. Hon er einasta umboð fyri ungmannafeløg, ímeðan restin av nevndini er mannað við politikkarum úr norðurlondum.

– Tey eru spent uppá at hoyra um serføroysk viðurskifti, og eg haldi tey lata væl at higartil. Vit vóru í ALS í morgun, og tey søgdu seg fáa íblástur úr, hvussu ALS arbeiðir, greiðir Hervør Pálsdóttir frá, tá ið hon verður spurd um, hvussu politikkararnir úr norðurlondum lata at.

– Í gjár vóru vit í Norðurlandahúsinum, har ymiskir fyrilestrar vóru á skránni. Ásmundur Guðjónson var eitt nú og helt fyrilestur fyri NORA, sum snúði seg um føroyska samfelagið. Síðani var Tóra við Keldu fyri Meginfelag teirra, ið bera brek og greiddi frá, hvussu tey arbeiða, áðrenn Eiler Fagraklett greiddi frá um føroyska LGBT søgu, sigur Hervør.

Í dag vitja tey Almannamálaráðið, fundur er við trivnaðarnevndina í løgtinginum og ferð til Eiðis at vitja nýggja viðgerðarstaðið fyri ung í misbrúki. Í morgin er nevndarfundur í norðurlandahúsinum, áðrenn farið verður av stað aftur. Talan er um politikkarar úr øllum norðurlondum.

Hervør Pálsdóttir greiðir frá, at hóast endamálið er, at útlendsku politikararnir skulu læra ymiskt, heldur hon eisini, at hon sjálv hevur lært nógv.

– Farið verður altíð til dýptina í øllum evnum, og tí lærir tú nógv, ið tú ikki visti áðrenn, hóast talan er um føroysk viðurskifti, sigur hon at enda.