Nýggj nevnd í Norðoya Tjóðveldisfelag

Lone Høeg Bejer er nýggj forkvinna í Norðoya Tjóðveldisfelag.

Mánakvøldið 27. februar hevði Norðoya Tjóðveldisfelag. Á fundinum var umframt nevndarval eitt gott kjak um politisku støðuna.

Til nevndina vórðu trý nýggj fólk vald: Jacqueline Gardar, Mildrid á Lógv og Maria Kristina Smith. Rasmus S. Biskopstø og Lone Høeg Bejer halda fram í nevndini. Erland Sivertsen og Rani Nolsøe vórðu valdir til tiltakslimir.

Á fundi mánakvøldið hevur nevndin skipað seg soleiðis:

Lone Høeg Bejer, forkvinna og aðalstjórnarumboð, Rasmus S. Biskopstø, næstformaður, Mildrid á Lógv kassameistari, Maria Kristina Smith, skrivari, Jacqueline Gardar, nevndarlimur.