Neyðugt við fleiri lestrarstørvum

MFS hevur í longri tíð ynskt at varpa ljós á starvslestur og lestrarstørv, herímillum heita á fyritøkur og stovnar um at bjóða fleiri út. Tí skipa vit fyri ráðstevnu í Keypmannahavn leygardagin 21. apríl á Norðuratlantsbryggjuni, við heitinum: “Kom og fanga okkum”.

Á ráðstevnuni verður møguleiki hjá tí lesandi at fanga arbeiðsgevarar, ið á ein ella annan hátt hava føroyskt tilknýti. Hetta vil siga bæði úr Føroyum, í Danmark og uttanfyri Danmark. Á ráðstevnuni luttaka yvir 20 fyritøkur og stovnar, bæði innan tað almenna og innan privatu vinnuna. Vit hava lagt okkum eftir at hava okkurt til allar málbólkar, so tann lesandi og arbeiðsgevarin kann fanga tey røttu fólkini.

Endamálið við tiltakinum er at lata upp fyri samskifti og samstarvi millum lesandi, fyritøkur og stovnar, ið hava tilknýti til Føroyar og at samantvinna føroysk lesandi í Danmark við arbeiðsmarknaðin, fyri at tryggja áhaldandi menning og vøkstur í samfelagnum.

Aksel V. Johannesen løgmaður setir ráðstevnuna kl. 11. Síðan verður møguleiki allan dagin at ganga runt og heilsa uppá fyritøkurnar og stovarnar, ið luttaka á ráðstevnuni. Tað verður eisini møguleiki at taka CV myndir, fáa góð ráð um hvussu tú skrivar CV og umsókn, og hoyra Elinborg Pálsdóttir spæla nøkur løg. Øll sum luttaka hava møguleika at vera við í lutakastinum um 2 gávukort á kr 1500 frá Atlantic Airways og ein flytiplatt frá Posta.

Áheitanin frá MFS er: Kom á ráðstevnuna 21. apríl á Norðuratlantsbryggjuni, og ger vart við teg, og hvør veit – møguliga finnir tú títt dreyma lestrarstarv, starvslestur ella íblástur til eitt samstarv um eina verkætlan við eina fyritøku.

Til ber at lesa meir um tiltakið á Facebook: ttps://www.facebook.com/events/2007776112876256/