Ódnin Irma hevur higartil kravt níggju mannalív og lagt Karibisku oyggjarnar í oyði.
Ódnin Irma herjar í Karibisku oyggjunum, og sambært BBC eru fleiri av teimum Karibisku oyggjunum lagdar í oyði. Forsætisráðharrin í Antigua og Barbuda oyggjunum sigur við BBC, at 95 prosent av húsunum í oyggjunum hava fingið skaða í ódnini. Hann segði eisini, at øll Barbuda oyggin er undir í vatni, og at tað næstan var ómøguligt at búgva á oynni.
Ódnin hevur rakt fleiri lond kring Karibisku oyggjarnar og herjar enn.
Á BBC ber til at fylgja gongdini, so hvørt sum okkurt nýtt hendir.