NMU 2017 í Páls Høll 

Í vikuskiftinum verður Norðurlendska Meistarastevnan í svimjing fyri Ung í Páls Høll. Svimjarar úr øllum norðanlondum verða við í kappingini. 

Í vikuskiftinum verður Vágur karmur um stóra svimjikapping, tá ið norðurlendska svimjikappingin verður í Páls Høll. Á heimasíðu síni, sigur Vága kommuna, at tað verður innrás av svimjarum, venjarum og liðleiðarum úr Íslandi, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Estlandi, umframt at eini 170-180 hjálparfólk fara hjálpa til.

Hetta er fyrstu ferð, at nøkur kapping er í langgeil í Føroyum, og alt er gjørt klárt til kappingina, har ímillum er parkeringsøkið asfalterað.

Á heimasíðuni hjá kommununi stendur eisini áheitan til allar føroyingar um at vísa, hvussu góð viðhaldsfólk eru í Føroyum. Mint verður á, at Føroyar vunnu Fair-play prísin á oyggjaleikum millum annað fyri at vera raskir hepparar.

Les meira her