Nøgd – ikki ovurfegin, men nøgd

CEF-samgongan hevur nú havt stýrisvølin um hendi í tvey ár. Tá ið eg práti við fólk, um hvussu samgongan hevur klárað seg, so ilskast tey, físa, suffa, knarra og skelda. Men samanumtikið eru tey nøgd, og halda at vit eru á rættari leið. 

Tór Marni Weihe skrivar fríggjadagsklummuna hesa vikuna, 

Fram kemur hann, ið hóvliga fer, sigur orðatakið.

Og tá ið eg nú seti meg at skriva nøkur orð um samgonguna – og hvussu arbeiðið at “leggja eina heilt aðra kós fyri Føroyar” hevur hilnast – ja, so eru tað júst hesi orð, ið fyrst renna mær til hugs.

Tað virkar kanska longu fjart fyri nógv, men valúrslitið tann 1. september 2015 var ein sensasjón. Eftir fleiri enn 10 ár við regulerari oyðimarkargongd, valdi Føroya fólk at leggja á ein heilt annan bógv. Visjónsloysið hjá skiftandi ABC-samgongum og ískaldi sambands-høgrapolitikkurin hjá ABDH, vórðu umsíðir umskiftir við veruligan og framsóknan nýskipanarpolitikk, ið siktaði eftir at loysa grundleggjandi trupulleikarnar í føroyska samfelagnum, ið høvdu verið óloystir so leingi, at teir høvdu sett í sjálvan mergin á føroysku tjóðini.

Eg kundi fyri so vítt gjørt eitt granskandi arbeiði her, har ið málini hjá samgonguni, eitt fyri og annað eftir, vórðu eftirmett, í tann mun tey eru gjøgnumførd ella ikki. Men tað er eitt longri og meiri vísindaligt arbeiði, ið ikki sømir seg so væl til eina klummu.

Hesaferð noyðast vit við spurningin:

Er tað vorðið betri ella verri at búgva í Føroyum undir verandi samgongu?

Og spyrt tú meg, so er svarið upp á hendan spurningin púra greitt: avgjørt er tað batnað.

Ferð er umsíðir sett á stóru nýskipanirnar, og hóast ósemjur og kegl, so eru nú endiliga konkret boð at fyrihalda seg til, ið eru evnað til eftir drúgt serfrøðilig arbeiði og almennar hoyringar.

At vera ungur, lesandi, samkyndur, listafólk ella føroyingur við avbjóðingum, ið gera at ein tørvar eina hjálpandi hond frá tí almenna, er vorðið lættari. Á flest øllum trivnaðarøkjum eru viðurskiftini bøtt munandi.

Tá ið eg tosi við fólk, ið eru ónøgd við samgonguna, so eru tey so at siga altíð ørg um, at tað gongur ov seint. Og serliga, tá ið tað kemur til stóru og prinsipiellu málini, ið nerta við grundleggjandi konfliktlinjur í føroyskum politikki – fiskivinnunýskipanin, stjórnarskipanin, yvirtøkur, flóttafólk – tá sakna fólk, at tað ikki gongur skjótari.

Tað hava tey sjálvandi rætt til. Eg sakni eisini sjálvur, at ferð verður sett á yvirtøkur, og at verulig tøk verða tikin á umhvørvisøkinum.

Men ein partur av orsøkini til júst hetta, er at arbeiðið skal vera ordiligt. Eitt eyðkenni hjá undanfarnu samgongu var júst hetta, at alt gekk so skjótt fyri, at politiska handverkið bleiv vánaligt – og úrslitini hareftir.

Og samgongan situr í øllum førum í tvey ár afturat. Tíð er enn til gera arbeiðið liðugt. Harafturat kemur so eisini tað, at soleiðis sum gongdin er í løtuni, so dugi eg ikki at síggja, hví hon ikki skuldi hildið fram eftir komandi løgtingsval eisini.

Navnframi bretski forsætisráðharrin og statsmaðurin, Winston Churchill verður ofta endurgivin fyri at siga, at fólkaræði er uttan iva tann vánaligasta stýrisskipanin, ið finst… fyriuttan allar hinar sjálvandi. Fólkaræði er rótut, knortlut, seint, óeffektivt og til tíðir ljótt og skuffandi. Og kortini sær tað ikki út til, at nakar í bræði fer at koma við eini betri skipan.

Tá ið samanum kemur, so kunnu vit vera nøgd við samgonguna. Okkum nýtist ikki at vera ovurfegin, men nøgd haldi eg vit kunnu vera.

Og er tað ikki í grundini tað besta, ein kann vera, tá ið tað snýr seg um politikk?