Árliga útiguðstænastan var í Gundadali í dag. Eini túsund fólk møttu á guðstænastuna, har ið fleiri prestar eisini luttóku.
Árliga hvítusunnuguðstænastan, ið er hvørt ár í Gundadali, hevur veruliga vundið uppá seg. Afturvendandi tiltakið er væl umtókt, og hvørt ár møta nógv fólk til guðstænastuna. Til guðstænastuna í dag vóru eini túsund fólk, og stóra skýlið í Gundadali var nærum fult.
Heili átta prestar luttóku á guðstænastuni, og tað vóru øll kirkjuráðini og prestarnir í Suðurstreymi, sum skipaðu fyri guðstænastuni. Prædikuna helt Sonja Klein, og so skiftust hinir prestarnir um at siga bønir ella fylla onkran annan leiklut, ið hoyrir guðstænastum til.
Havnar Hornorkestur og GHM spældi undir sálmasanginum, umframt at Gøtu Kirkjuungdómskórið sang tvey løg.
Til ber at síggja fleiri myndir frá tiltakinum her.