Norðlýsið ber ósannindi um Høgna

Í skrivi, sum Høgni Hoydal hevur sent Norðlýsinum, harmast hann um, at R7 og Norðlýsið leggja seg undir at lúgva fyri tinginum. Í umbering, sum Norðlýsið hevur latið Høgna Hoydal, liggur dult álop.  

Tað áliggur øllum tíðindafólki at siga sannleikan. Við tí stóra valdi, ið miðlafólk hava, tá er tað væl minsta krav, at tey, ið verða viðgjørd, verða viðgjørd rættvíst. Tí er tað álvarsamt, tá ið tveir miðlar leggja landstýrismannin í fiskimálum undir at lúgva fyri løgtinginum, uttan at víst verður á skjalfest tilfar, ið prógvar pástandin.

Í skrivi, sum Norðlýsið fekk frá Høgna Hoydal í gjár, heitir Høgni á ritstjórnir á Norðlýsinum og R7 um at skjalprógva, at Høgni hevur sagt ósatt, um miðlanir vilja standa við sínir pástandir.

Í skrivinum skrivar Høgni Hoydal millum annað:
“Hetta verður eitt nú borið fram á heimasíðuni hjá Norðlýsinum 07.06 2017 og 20.06 2017 – og í R7 20.06 2017 (í sendingini “Metis”).

Uttan mun til tað samlaða málið, sum verður endavent í løtuni, og sum eisini verður viðgjørt sambært amboðunum í stýrisskipanarlógini og aðrari lóggávu, so eru tíðindini um, at eg skal hava sagt ósatt fyri Løgtinginum, rættiliga týðandi og álvarslig.

Og sum eg skilji tað, leggja tit høvuðsdentin á júst hetta í tykkara viðgerð av málinum – t.d. í sendingini “Metis” 20.06 2017. Og á heimasíðuni hjá Norðlýsinum 20.06 2017 verður skrivað: “…støðan hjá Fiskimálaráðharranum ótolandi, eftir at staðfest er at hann hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar.”

Tit hava ikki givið mær høvi at svara slíkum týðandi staðfestingum, so eg má rokna við, at tit hava greið skjalprógv fyri hesum tíðindum og staðfestingum.”

Norðlýsið umber uttan at umbera
Norðlýsið hevur í dag svarað Høgna Hoydal undir heitinum, “Umbering til Høgna Hoydal.” Men illa ber til at siga, at nøkur umbering er í svarinum. Heldur er sokallaða umberingin eitt dult álop, har meginparturin eru leysir pástandir um landstýrismannin, ið skulu geva eina mynd av, at hann kortini hevur sagt ósatt – hettar hóast ongin ósannindi eru í teimum svarum til tingið, sum Norðlýsið og R7 sipa til í sínum tíðindaflutningi.

John William Joensen, ið hevur skrivað svarið fyri Norðlýsið, harmast eisini um, at Høgni ikki svarar á telefonini, tá ið hann ringir, og tað er eftir øllum at døma orsøkin til, at Høgni ikki sleppur at svara fyri ógvusligum pástandunum um seg sjálvan. Heldur miðlamaðurin á Norðlýsinum, at um landsstýrismaðurin ikki hevur tíð at tosa, akkurát tá ið miðlamaðurin ringir, so er í lagi at bera allar pástandir um landsstýrismannin? Hava miðlarnir báðir, Norðlýsið og R7, onki ynski um, at kanna tílíkar ákoyringar við høvuðsleikarin í málinum, áðrenn tær verða miðlaðar fyri almenninginum?

Vit á Fjúrtanda vilja heita á John William, Norðlýsið og R7 um at í minsta lagi føra rímiligan fjølðmiðlasið í málinum um flyting av loyvum, ið verður viðgjørt nógv. Málið er álvarsamt, og tað hevur fingið nógva miðlaumtalu. Men at leggja fólk undir at lúgva, serliga uttan at spyrja tey um fráðgreiðing, er undir alt lágmark.