Formansskapurin í Norðurlandaráðnum vil ikki viðgera føroyskan limaskap

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum mælir til, at uppskotið um fullgildan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum, verður burturvíst. Hósdagin skal Norðurlandaráðið atkvøða um, hvørt málið yvirhøvur skal viðgerast. 

Í september í 2016 legði Ruth Vang uppskot fram fyri Føroyar á Norðurlandaráðnum, har mælt varð til at kanna, hvussu føroyingar kunnu fáa fullgildan limaskap í Norðurlandaráðnum. Málið hevur fleiri ferðir verið viðgjørt á Norðurlandaráðnum áður, men tað hevur ongantíð eyðnast at fáa limaskap í Norðurlandaráðnum.

Í hesum døgum er fundur í Norðurlandaráðnum, og hósdagin skal Norðurlandaráðið viðgera uppskot frá formansskapinum um limaskapin. Men Norðurlandaráðið sleppur ikki at atkvøða um, hvørt føroyingar skulu fáa limaskap ella ikki, tí formansskapurin mælir nevnliga til, at uppskotið als ikki verður viðgjørt longur. Tí fer Norðurlandaráðið, um tað fylgir tilmælinum frá formansskapinum, at atkvøða um at lata málið falla burtur.

Tað hevur ljóðað, at grundin til, at Føroyar ikki kunnu verða limur í Norðurlandaráðnum, er, at føroyingar ikki kunnu verða limir í einum altjóða felagsskapi, har Danmark longu er limur. Í uttanríkispolitisku lógini stendur, at føroyingar hava heimild at samráðast um altjóða sáttmálar eftir ávísum treytum, men í somu lóg stendur, at heimildin ikki er galdandi “… um altjóðarættarligar sáttmálar, sum skulu galda fyri Danmark, ella sum samráðst verður um í millumtjóðafelagsskapi, har sum Danmarkar kongsríki er limur.

Í grundgevingini frá formansskapinum í Norðurlandaráðnum um at burturvísa málið stendur eisini, at spurningurin um føroyskan limaskap skal viðgerast ímillum Føroya og Danmarkar, og at Norðurlandaráðið ikki heldur seg kunna byrja samráðingar við Føroyar, um hvussu spurningurin um føroyskan limaskap skal loysast ímillum Danmark og Føroyar. Danmark vil ikki, at Føroyar fáa fullgildan limaskap í Norðurlandaráðnum.