Norðuroyggjar raðfestar

Í lesarabrævi vísir Óluva Klettskarð á tættir í fíggjarlógini, har Klaksvík verður beinleiðis uppraðfest. Hon fegnast um, at allur miðnámsskúlin á Kambsdali verður um- og útbygdur. 

– Í norður- og eysturøkinum eru stórar og góðar íløgur í væntu. Tekniska økið er lyft, so nú eru játtaðar 6,8 mió til tól á Tekniska skúla í Klaksvík, og við hesum eru yrkisútbúgvingarnar nú allar dagførdar um alt landið!

Soleiðis sigur Óluva Klettskarð millum annað í lesarabrævi, sum var birt í ymisku netmiðlunum í gjár. Sum kunnugt varð fíggjarlógin samtykt mikunáttina, og sostatt kann løgtingið fara í jólafrí. Í fíggjarlógini eru sjálvandi fleiri tættir, og Óluva Klettskarð viðgongur, at ikki alt er eins gott.

– Útreiðsluvøksturin er helst ov stórur, tí henda samgongan lovaði varsemi. Men nógv tiltrongdar raðfestingar eru gjørdar kring alt landið, sigur hon í lesarabrævinum.

Noðroyggjar og Eysturoy raðfest 
Í lesarabrævinum leggur Óluva Klettskarð dent á, at samgongan hevur uppraðfest Norðuroyggjar og Eysturoy.

– Miðnám á Kambsdali verður um- og útbygt fyri 30 mió. kr komandi fýra árini. Í 2018 eru 5 milliónir settar av, og við hesum verða allir miðnámsskúlarnir kring landið á sama støði, sigur hon millum annað.

Hon leggur afturat, at Tekniski skúli í Klaksvík fær pening til nýggj tól, at húsarhaldsskúlin í Klaksvík fær hægri játtan, og at Klaksvíkar Sjúkrahús fær hægri játtan millum annað til at fyrireika viðgerð av seinheilaskaddum, sum í dag verða send av landinum.

– Samgongan hevur somuleiðis valt at stuðla undir projektering av undirsjóarakvarium á Borðoyavík, ið Føroya Sjómannadagur fer undir í næstum, leggur Óluva Klettskarð afturat.

Les alt lesarabrævið her