Á býráðsfundi í gjár atkvøddi Klaksvíkar býráð fyri at taka undir við vinabýaavtalu við Taiji í Japan.
Í augustmánaði var borgarstjórin úr Taiji og vitjaði í Klaksvík, har hann legði uppskot fram um, at býirnir skuldu gerast vinabýir. Á leið 3.200 fólk búgva í Taiji, og Taiji er eins og Klaksvík fiskivinnubýur.
– Japan er ein av heimsins størstu marknaðum innan fiskivinnu, og Føroyar eru millum heimsins størstu útflytarar í mun til fólkatalið, so tað gevur ómetaliga góða meining fyri okkum sum fiskivinnubýur og -tjóð at knýta gott samband við Japan, og tað kann ein avtala sum hendan vera viðvirkandi til, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í tíðindaskrivi.
Á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu stendur skrivað, at avtalan leggur upp til samstarv og útveksling innan fyri vinnu, ferðavinnu og mentan.
Taiji er tó allarmest kent fyri hvalaveiðu og er eitt av støðunum, har eitt nú Sea Sheperd hevur havt sjóneykuna á. Á japonsku heimasíðuni, thejapantime.co.jp, skrivaðu tey í august, áðrenn bogarstjórin úr Japan kom á vitjan, at tað eisini var lagt upp til samstarv um hvalaveiðu.