Nú hevur tú verið ov leingi á Sandi

Eg blívi heit um oyruni: Hvar kom hatta kuffertið frá og stendur tað “DANGER” á tí?! 

Olga Maria undir Skarði skrivar klummuna hesa vikuna, 

Mær dámar væl at ferðast – bæði í Føroyum og til onnur lond. Mark Twain segði á sinni, at “við at ferðast kann tú sora tínar fordómar, trongskygni og smásinni” og akkurát hesi 3 eru stórir knyklar, sum vit føroyingar eiga at fáa bilbugt við, tí ja, lat okkum bara viðganga tað: Vit eru full í fordómum, trongskygni og smásinni. Nøkur meira enn onnur, og vit eru kanska serliga fordómsfull um fremmandafólk. Vit loyva okkum at niðurgera tey og loyva okkum at kalla tey líkt og ólíkt. Vit koyra tey í ein stóran pott, har øll eru líka, og har tey øll eru møgulig yvirgangsfólk. “Breaking news”- bylgjan á teimum ymisku fjølmiðlapallunum um yvirgangsatsóknir her og har, fóðra okkara smásinni og okkara ræðslu fyri hesum fremmandu.

Sjálv síggi eg meg sum lítið trongskygda og skilji sjáldan, hvat vit eru so bangin fyri mótvegis teimum fremmandu. Sum ein segði: Tað er størri møguleiki, at tú doyrt av at fáa ein hamara í høvdið enn at doyggja av eini yvirgangsatsókn, so útlitini eru smá, hevði eg hildið.

Tað er við hesi hugsan, at eg fari at ferðast ein vakran dag í mai. Eg eri akkurát lend í Kastrup og fari stunandi inn í metroina við kós ímóti Christianshavn. Tokið koyrir og kenslan er góð. Knappiliga kemur eitt reytt kuffert rullandi ímóti mær og steðgar har eg siti. Eg blívi heit um oyruni: Hvaðani kom hatta kuffertið frá og stendur tað “DANGER” á tí?! Óttin hevur sett seg millum oyruni og í kroppin. Eg hyggi til vinstru, og har koma tveir ungir dreingir við øðrum etniskum uppruna gangandi. Teir steðga á, venda sær og fara í skundi sama veg, teir komu. Hjartað bankar títtari og títtari. Hví steðgar tokið ikki, og hvar er neyðknappurin, tá ið eg havi brúk fyri at trýsta á hann. Skal eg rópa: “Ein bumba”- nei, tað er kanska ov ógvusligt! Og so knappiliga, í øllum mínum ótta og míni paranoia reisir ein eldri, ørkymlað kvinna seg og sigur “Hvor er min kuffert?”

Á GUD, sigi eg við meg sjálva! “Bumbukuffertið” er bara eitt heilt vanligt kuffert hjá eini heilt vanligari kvinnu, sum var óansin eina løtu. Ungu dreingirnir eru bara heilt vanligir dreingir og tolsama føroyska ferðafólkið hevur latið óttatrøllið fáa fastatøkur á sær. Hendingin er, um ikki annað, eitt kall til meg sjálva um at ferðast meira fyri at fyribyrgja fordómum, trongskygni og smásinni, ella sum vinkona mín segði: “Nú hevur tú verið ov leingi á Sandi!”