Í gjár bórust tíðindi um, at frákoyrdi stjórin í FBI, James Comey, varð biðin av Trump um at sleppa kanning Michael Flynn, fyrrverandi ráðgeva hjá Trump. Michael Flynn hevði logið um sítt samband við Russland. Nú skal Donald Trump sjálvur kannast.
Michael Flynn, fyrrverandi ráðgevi í Trump stjórnini, varð noyddur at leggja frá sær, eftir at hann hevði logið um sítt samband við Russiska sendiharran, Sergey Kysliak. Men Donald Trump hevur sjálvur verið ákærdur fyri at hava eitt ov tætt samband við Russland, og tað hava eisini verið ymiskar ákærur frammi um, at Russland royndi at ávirka forsetavalið í USA, soleiðis at Trump gjørdist forseti.
Í nátt bleiv ein serligur ákæri settur at kanna, um Rusland hevur blandað seg uppí forsetavalið, og talan er um fyrrverandi stjóran í Samveldisløgregluni (FBI), Robert Mueller. Tá í serligur ákæri verður settur, er tað fyri at tryggja ógegni í málinum. Um so er, at beinleiðis samband hevur verið ímillum ymisk í Hvíta húsinum ella onkrum málaráði, kann tað jú vera talan um at fleiri partar av Trump stjórnini ikki eru gegnið.
Sambært BBC kom tað óvart í Hvíta Húsið, at serligur ráðgevi varð settur, men tað hava verið nógv ynski frammi um, at júst tað skuldi gerast, eftir at James Comey bleiv loystur úr starvi. Robert Mueller, sum var stjóri í Samveldisløgregluni, FBI, í tólv ár, segði, at hann tók við uppgávuni, og skuldi gera alt hann kundi fyri at loysa uppgávuna til fulnar.
Um so er at samband verður staðfest ímillum valtoymið hjá Trump og Rusland, og at illgrunin um, at Russar hava ávirkað valið, ber illa til at ímynda sær, at Trump situr leingi sum forseti.