Nú verður fundur um býarsavn

Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at gera eitt nýtt býarsavn, og mánadagin verður evnisdagur um savnið í Auluni í Finsen.  

Fyrst í oktobermánaði gjørdi Fjúrtandi samrøðu við Gunvør Balle um komandi býarsavn í Tórshavnar kommunu. Ætlanin er, at savnið fyrst skal vera eitt sokallað “pop-up” savn, har dentur verður lagdur á ymisk evni í avmarkað tíðarskeið, til varandi høli eru funnin til savnið.

Les eisini: Býarsavn skal gerast í Havn 

Nú skrivar Tórshavnar kommuna í tiltaki á Facebook, at hon vil hava íkast frá borgarum í kommununi, um hvussu býarsavnið skal virka.

-Skjótt fer Tórshavnar býarsavn undir regluligar framsýningar, og tí vil kommunan á tal við borgarar, sum hava áhuga í at mynda og geva sítt íkast til okkara felags býarsavn, stendur millum annað á Facebook.

Fólk, ið eiga lutir ella myndir, sum mynda søguna hjá kommununi, og sum áhugi er í at læna ella lata kommununi, verða biðin um at koma á fundin. Fundurin er eisini fyri fólk, ið bara hava áhuga í at taka lut í arbeiðinum.

Skráin til tiltakið er hendan:

Kl. 19:00: Vælkomin
– Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og varaborgarstjóri, bjóðar vælkomin

– Umboð frá mentamáladeildini greiða frá, hvussu savnið hjá Birgari Johannessen, verður tikið yvir og ætlanirnar við Tórshavnar býarsavni í framtíðini

– Orðið frítt