Nullhugsjón í stættarmuni

Flokstingið hjá Tjóðveldi 2017 varð sett í bygdahúsinum í Hósvík kl. 19 í kvøld

Petur í Gong, aðalstjórnarformaður setti flokstingið við at siga, at vit liva í eini kollveltingartíð, nú vit eru farin at bjóða kapitalinum av. Samstundis má ásannast, at fakfeløgini hava fingið Stockholm syndromið, og tosa kapitalinum eftir munninum. Vit mugu hava fólk sum tora at standa kapitalinum kurl, og í Tjóðveldi eru nøkur slík. – Vit Føroya fólk hava enn møguleika at krevja okkara rætt, hóast alt ov nógv hava spælt sær hann av hondum.

– Fólkaatkvøðan í 46 verður søgd bert at vera søga, men hon er als ikki bara søgulig. Fólkaatkvøðan slóðaði fyri, at vit í dag sleppa at taka støðu til nøkur av okkara viðurskiftum. Nú má verða skjótt, at vit gevast at hátíðarhalda farna fólkaatkvøðuna, og heldur at heiðra at vit eru vorðin tjóð.

Demokratiska floksskipanin við økisfeløgum leggur upp til at øll siga sína hugsan.

Ásannast má, at stættarmunurin økist, og meðan fleiri og fleiri hava bilar fyri milliónavirði, so eru eisini fleiri og fleiri, sum ikki fáa endarnar at røkka saman, tí alt verður dýrari. At tað verður dýrari ger, at ikki øll fólk fegnast um búskaparvøkstur.

Tí eiga vit at arbeiða fram ímóti eini nullhugsjón í stættarmuni.

Fjúrtandi er komin aftur, hesaferð í cyberspace. Ætlanin er at hann skal bera tíðindi úr øllum krókum í Føroyum, sæð úr okkara sjónarhorni. Ætlanin er at bera seriøsum greinar, sum geva lesarum nakað annað enn populistiskar greinar um hvussu forferdiligt alt er. Petur í Gong endaði við at heita á økisfeløgini um at hjálpa, við heimildarfólki og øðrum.