Nýggj lóggáva um bankarnar hevur verið viðgjørd í løgtinginum í dag. Endamálið við lóggávuni er at forða fyri framtíðar kreppustøðum. Pauli Trond Petersen vísti í røðu síni á fleiri góðar tættir í nýggju lóggávuni.
– Vit sóu í 90’unum, hvussu Føroya fólk við landstýrinum á odda vórðu vissað um, at um tey yvirtóku gamla Føroya Banka frá Danske Bank, so fingu vit ein haldgóðan banka, sum var brynjaður til framtíðina. Men hetta vísti seg stutt eftir ikki at vera sannleikin, heldur tað mótsatta, segði Pauli Trond Petersen millum annað í røðu í løgtinginum í dag.
Tíggju ríkislógartilmæli hava verið viðgjørd í løgtinginum í dag. Øll uppskotini seta nýggj krøv til føroyskar bankar, og tey gera, at føroysku bankarnir koma undir somu skipanir sum aðrir bankar í Evropa. Ítøkiliga skal verða greiðari, hvussu kreppuraktir bankar skulu handfarast av myndugleikunum.
– Broytingin í lógini snýr seg serliga um, at tað frameftir skal gerast púra greitt í lánitreytunum, nær lángevandi stovnurin kann hækka rentuna, sum avleiðing av, at viðurskiftini á fíggingarmarknaðinum broytast, segði Pauli Trond í røðu síni.
Pauli Trond Petersen hugleiddi um bankakreppuna í 2008 og um, hvussu bankar í Evropa hava savnað seg undir einari skipan, sum hevur til endamáls at forða fyri, at sama óskil innan fíggjarheimin hendir aftur. Sum kunnugt vóru tað í stóran mun húsalán í Sambandsríkinum í Amerika, ið íløgufeløg høvdu yvirtikið, men sum vístu seg at hava lítið virði, ið førdu til fíggjarkreppuna. Nógvir íleggjarar í Evropa høvdu sett pening í íløgugrunnarnar, og tí rakti tað Evropa meint, tá ið húsalánini vístu seg at hava lítið virði.
Men ríkislógartilmælini leggja eisini upp til aðrar broytingar í bankunum enn bara innan húsalán. Frameftir skulu nevndarlimir í bankunum taka eitt grundskeið innan bankaheimin, áðrenn teir kunnu røkja nevndarsessirnar. Føroysku bankarnir hava verið fyri atfinningum, tí at ongi krøv eru til at gerast nevndarlimir í bankunum.
– Ein avleiðing av uppskotinum er, at krøv verða sett til nevndarlimir í peningastovnum um, at hesir skulu taka eitt grundskeið innan teir førleikar, ið verða mettir neyðugir fyri at kunna røkja slíkan nevndarsess. Slík átøk um krøv til útbúgving til nevndarlimir hava til endamáls at styrkja førleikarnar hjá nevndarlimum í peningastovnunum, segði Pauli Trond Petersen millum annað, men aðrar broytingar verða eisini hjá starvsfólkum í bankunum.
Serligar viðbøtur til starvsfólk í bankunum, ið klára at selja serliga nógv partabrøv, verða frameftir ikki loyvdar. Starvsfólk vórðu beinleiðis eggjað til at selja partabrøv í bankunum áðrenn kreppuna, og tað gjørdi at virðið á partabrøvunum hækkaði meira, enn virðið í veruleikanum var.
– Áðrenn fíggjarkreppuna vóru dømi um, at starvsfólk í bankum fingu bonus, um tey megnaðu at selja ávísa nøgd av partabrøvum til kundarnar. Hetta kann verða óheppið, tí starvsfólk í bankunum kunnu eggja kundum sínum at taka ov stóran váða á seg, tí at beinleiðis tilknýti er millum at selja kundunum flest møgulig partabrøv og egna løn, segði Pauli Trond Petersen.
Viðgerðin av tilmælunum er ikki liðug enn, men tað tykist sum, allir flokkar taka undir við uppskotinum. Felagið Føroyskir Peningastovnar mæla eisini til, at uppskotið verður samtykt.