Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevði aðalfund hóskvøldið, tá nýggj nevnd varð vald. Nevndin helt sín fyrsta fund beinanvegin eftir aðalfundin, har hon skipaði seg og millum annað viðgjørdi komandi floksting hjá Tjóðveldi, sum Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag er vertur fyri hesaferð.
Flokstingið verður í Bygdarhúsinum í Hósvík 24.-25. mars.

Nýggja nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag. Aftast úr vinstru eru tað Torstein Paulason Brattaberg, Kvívík, nevndarlimur, Eyðálvur í Dávastovu, Vestmanna, nevndarlimur, Jógvan í Dávastov, Vestmanna, tiltakslimur, Jens Ivan í Gerðinum, Vestmanna, skrivari, Jenus í Trøðini, Signabøur, formaður og aðalstjórnarumboð. Fremst úr vinstru eru tað Petra E. Petersen, Kvívík, nevndarlimur, Heini Holm, Kvívík, næstformaður, og Hallbjørg Lamhauge, Vestmanna, peningarrøkil. Frammanfyri nývaldu nevndina situr tjóðveldisveteranurin, fyrrverandi Løgtingsmaður og landsstýrismaður Jógvan Durhuus.
Pauli Trónd Petersen, tingmaður, Vestmanna, varð valdur tiltakslimur. Hann tók myndina.