Nýggja ungdómsráðið í Vági havt fyrsta fundin

Herfyri varð millum ung í Vági valt Ungdómsráð, sum skal arbeiða í tættum samstarvi við Ungdómsnevndina hjá Vágs kommunu. Ungdómsráðið hevur havt fyrsta fundin. 

Nýggja ungdómsráðið í Vági hevur havt fund, har tey løgdu sínar ætlanir fram fyri ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu. 

Kommunan skrivar á heimasíðu síni, at Vágs kommuna hevur latið nýggja Ungdómsráðnum egin fundarhølir, har tey kunnu arbeiða við ungdómsarbeiði og fyrireika tey evnir, sum tey ynskja á kommunal-politiska dagsskrá. 

– Vit eru sera fegin um, at vit nú hava fingið eitt Ungdómsráð í Vági og at ungdómsarbeiðið í Vágs kommunu við hesum kann verða uppraðfest, sigur Levi Mørk, formaður í Ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu við heimasíðuna hjá kommununi.

Levi Mørk sigur eisini, at tað er týdningarmikið, at ungdómurin er við til at mynda ungdómspolitikkin hjá kommununi, og at ungdómsráðið kom við fleiri hugskotum um verkætlanir. 

Í nýggja Ungdómráðnum eru: Mikala Vilhelm, Fríði Stenberg Olsen, Páll Guðmundsson Jacobsen, Natalia Skorastein, Sirið Brattaberg Evaldsdóttir og Johanna Dam.

 Í Ungdómsnevndini hjá Vágs kommunu eru Levi Mørk, formaður, Eyðbritt Krosslá og Anna B. Samuelsen.

Les meira her