Nýggjar samgongusamráðingar í Íslandi

Nýggjar samgongusamráðingar eru júst byrjaðar í Íslandi. Vinstri-grøni flokkurin og Framsókn mynda møguliga stjórn við Sjálfstæðisflokkinum. 

Tað tók ikki nógvar dagar hjá seinastu andstøðuni at koma til tað niðurstøðu, at samráðingarnar bóru ikki á mál. Vinstri-Grøni flokkurin, Samfylkingin og Pirátarnir søgdu allir, at andstøðan kundi manna næstu stjórnina, men Framsóknarflokkurin hevði ikki álit á Pirátinum sum samgongufelaga. Framsóknarflokkurin var heldur ikki áhugaður í at taka Viðreisn við í samráðingarnar, tí flokkurin segði seg ikki vilja hava eina samgongu, sum varð mannað av fimm flokkum. Men dulda orsøkin til samráðingarslitið var helst, at Framsóknarflokkurin vildi hava eina samgongu í strekti seg longri yvir miðjuna.

Nú eru nýggjar samráðingar byrjaðar, og um tær bera á mál, er líkt til, at Framsóknarflokkurin fær sín vilja. Tí Sjálfstæðisflokkurin, Vinstri-Grøni flokkurin og Framsóknarflokkurin samráðast nú um at skipa samgongu. Politiskir eygleiðarir hava allatíð róð uppundir, at hetta var ein møguleiki, men samstundis hevur dentur verið lagdur á, at ein tílík samgonga ikki hevði verið væl dámd ímillum grasrøturnar í Vinstra-Grøna flokkinum. Og tá ið tingbólkurin í Vinstra-Grøna flokkinum tók avgerð um at fara í formligar samráðingar við Sjálfstæðisflokkinum, var tað heldur ikki við fullum meiriluta aftanfyri. Tvey tingfólk í Vinstra-Grøna flokkinum atkvøddu ímóti samráðingunum og hava eisini sagt alment, at tey ikki hava álit á Sjálfstæðisflokkinum.

Sjálfstæðisflokkurin og formaðurin í flokkinum, Bjarni Benediktsson, hava verið fyri atfinningum vegna fleiri persónsmál. Val varð útskrivað í september, tá ið Bjørt Framtíð ikki segði seg kunna hava álit á Bjarna Benediktssyni, tí hann ikki hevði sagt frá, at pápin var partur nógv umtalaðum rættarligum máli. Bjarni Benediktsson hevur eisini verið í andglettinum fyri sína persónligu fíggjarstøðu, tí hann seldi partabrøv í bankanum Glitnir stutt undan bankakreppuni í 2008, tá ið hann sjálvur sat í fíggjarnevnd Altingsins og hevði atgongd til serligar upplýsingar um fíggjarstøðuna í landinum.

Mett verður, at Vinstri-Grøni flokkurin fer at krevja forsætisráðharran, um nøkur stjórn skal gerast, og Bjarni Benediktsson hevur sjálvur ikki talað ímóti lata sessin frá sær, um tað skal til, fyri at samgonga kann skipast. Tí er líkt til, at Katrin Jakobsdóttir, forkvinnan í Vinstra-Grøna flokkinum, verður forsætisráðharri, um samgonga verður skipað. Ein samgonga ímillum hesar tríggjar flokkar hevði verið mannað við 35 tinglimum. Altingið er mannað við 62 limum.