Eysturkommuna er farin undir at orða ein nýggjan barna- og ungdómspolitikk, og í hesum sambandi skipar kommunan fyri verkstovum fyri viðkomandi áhugabólkum.
Eysturkommuna skipar næstu tíðina fyri verkstovum fyri áhugabólkum í sambandi við, at kommunan skal orða nýggjan barna- og ungdómspolitikk. Tað skrivar kommunan á síni heimasíðu.
Talan verður um sjey verkstovur, har luttakarar fáa møguleika at siga sína hugsan um ein barna- og ungdómspolitikk. Verkstovurnar byrjaðu fyri tveimum vikum síðan, tá ið námsfrøðingar, starvsfólk á dagstovnunum og frítíðarheiminum og heilsustarvsfólk hittust. Komandi vikurnar verður millum annað verkstova fyri ung úr 10 til 18 ára aldur, har 6 umboð úr hvørjum árgangi eru boðin við.
Kommunan skrivar á heimasíðuni, at verkstovurnar verða fyri:
- lærarar
- flutningstænastuna (sum koyrir skúlabørn dagliga)
- starvsfólk á dagstovnum og fríðarheiminum
- heilsustarvsfólk – SSP og barnavernd
- foreldraumboð
- børn og ung í 10-18 ára aldrinum
- frítíðarfeløg og kirkjur/samkomur
Tá ið allar verkstovurnar hava verið, verður tilfarið savnað saman í ein hugbanka. Sekstan fólk úr øllum áhugabólkunum manna hugbankan, sum skal orða endaliga barna- og ungdómspolitikkin hjá kommununi, ið verðrur latin trivnaðarnevndini í býráðnum at taka støðu til síðst í novembur.