Nú semja er gjørd í samgonguni um uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan, hevur verið ført fram, um talan framvegis er um eina fiskivinnunýskipan, sum samgonguflokkarnir fóru til val uppá, ella um talan er um regulering ella tillaging av verandi skipan.Høgni Hoydal fiskimálaráðharri segði í samrøðu við Norðlýsið 2. mai, at fólk kundu sjálv meta um, hvørt talan er um eina fiskivinnunýskipan ella eina tillaging av verandi skipan.
– Men tá eg hugsi um alla tilgongdina við teimum málum, sum vit hava sett okkum, og um, hvussu langt vit eru komin í hesum máli, so er mín niðurstøða, at vit eru komin ómetaliga langt. Vit hava bíðað í eini 10 ár eftir einari nýskipan, og eg vildi sagt, at tað er ein niðurgerðing ímóti vinnuni at siga, at hetta ikki er ein nýskipan.
– Talan er um ein heilt nýggja hátt at umsita okkara stovnar burðardygt, talan er um krøv um virðisøking og landing av fiski, útbjóðing av fiski, tá hann er veiddur, ein stórur partur fer á uppboði, ásetingar viðvíkjandi manningum o.tíl., segði Høgni Hoydal í samrøðu við Norðlýsið.
Eftir at semja er gjørd í samgonguni um nýskipanaruppskotið verður lógaruppskotið gjørt klárt at leggja fyri tingið. Hetta verður væntandi gjørt í næstu viku, upplýsir Høgni Hoydal landsstýrismaður.
Semjan um fiskivinnunýskipan
Eftir at uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan varð lagt fram alment og sent til hoyringar hjá øllum avvarðandi pørtum, er samgongan samd um at gera hesar tillagingar, broytingar og nágreiningar í uppskotinum:
1. Atgongd at fiska og útboð:
Skipanin verður gjørd einfaldari:
– Av kvotunum í 2018 til føroysk skip av uppsjóvarfiski (makreli, norðhavssild og svartkjafti) og av botnfiski í Barentshavinum, á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi, verða 25% boðin út á uppboðssølu sum styttri og longri loyvi, meðan 75% verða atgongd hjá teimum, sum eru í vinnu.
– Hetta býtið er galdandi, tá ið kvoturnar eru ájavnt ella undir kvotunum í 2018.
– Tá ið kvoturnar vaksa upp um tað, ið tær eru í 2018, verður tann økti parturin av kvotunum boðin út sum stutttíðarloyvi, ella Løgtingið ger av, hvussu bjóðast skal út millum styttri og longri loyvi.
– Fyri norðhavssild verða atlit tikin at, at kvotuparturin hjá Føroyum er søguliga høgur, og ein lutfalsligur partur verður settur av til royndir og menningarkvotur.
– Fyri botnfisk undir Føroyum, onnur fiskirættindi og nýtt tilfeingi, verður skipanin við útboði og atgongd sum í uppskotinum.
2. Tilfeingisgjald:
– Tilfeingisgjald verður sett á tað, ið ikki er í útboði, sum tryggjar, at tey, ið hava atgongd at fiska, gjalda tilfeingisrentuna til landið.
3. Mørk fyri miðsavning (antitrust):
– Markið fyri, hvat einstakar fyritøkur kunnu hava atgongd til av savnaðu føroysku fiskirættindunum, verður sett til 17,5%.
– Harafturat verður antitrustmark sett fyri hesar tríggjar høvuðsfiskiskapir:
– Uppsjóvarfisk: 20%.
– Botnfisk undir Føroyum: 20%.
– Fiskiskap á fjarleiðum: 20%.
– Antitrustmørkini eru ikki aftureftirvirkandi og ikki galdandi fyri at bjóða upp á stutttíðarrættindi.
4. Uppboðssøla av veiddum fiski:
– 20% av veidda fiskinum skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu til føroysk virkir. Skipanin skal eftirmetast árliga.
5. Royndar- og menningarkvotur:
– Partur av føroysku fiskirættindunum verða settar av til royndar- og menningarkvotur.
– Treytirnar fyri hesum verða lýstar nágreiniliga, alment og gjøgnumskygt og fevna um atlit til virðisøking og til at menna økir í landinum vinnuliga.
6. Kvotuskipan fyri botnfisk undir Føroyum:
– Kvotur verða ásettar fyri tosk, hýsu og upsa sambært uppskotinum.
– Onnur fiskasløg verða ásett við kvotu eftir tí, ið varð fiskað seinasta fiskiár.
– Tá ið stovnsmetingar og umsitingarætlanir eru gjørdar, skulu tær fylgjast.
– Tryggjað verður, at umrokningar frá fiskidøgum til kvotur eru so rættvísar sum gjørligt í mun til tey vinnurekandi, at atlit verða tikin at serligum umstøðum, og at tillagingin kann fara fram smidliga.
7. Staðfestingar:
– Aðrar meginreglur vera sum í uppskotinum og ætlanum fyri nýskipanina, harundir:
– Ásetingar um stovnsrøkt og umsitingarætlanir.
Ásetingar um manningarviðurskifti, har sáttmálarnir hjá føroyskum manningarfeløgum skulu fylgjast, manning skal gjalda skatt í Føroyum og hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
– Ásetingar um útlendskan ognarskap, ið skal minkast burtur eftir fýra árum.
– Ásetingar um, at alt av fiskinum skal takast til lands við eini tillagingartíð á 4 ár.
– Ásetingar um 8- ára gildistíð á loyvum við árligari eftirmeting.
– Ásetingar um brúksskyldu, krøv um at landa fisk í Føroyum v.m.
8. Eftirlit og nágreiningar:
– Eftirlitið – bæði á sjógvi og á landi – verður styrkt munandi, harundir við allari landing bæði innlendis og uttanlands og við útblaking á sjógvi.
– Møguligt góðskueftirlit verður knýtt saman við hesum.
– Fyri veiði, ið er uttanfyri kvotu, og sum skal avreiðast, verður tryggjað, at manningin hevur fyrimun av at taka alla veiði til lands.
– Krøvini verða styrkt um, at til tess at taka lut og bjóða seg fram, skal ein hava búð og goldið skatt í Føroyum í ávíst tíðarskeið.
– Nágreiningar verða gjørdar, ið skulu forða fyri møguligum proformaskipanum við skipum og manning.
Lógaruppskotið verður nú tillagað og eftirkannað sambært hesi semju og lagt fyri Løgtingið í komandi viku.
Semjan, sum her er almannakunngjørd, er undirskrivað í Tinganesi 2. mai av Høgna Hoydal, Aksel V. Johannesen og Poul Michelsen.
—————–
Álitið um nýggja fiskivinnuskipan, sum varð lagt fram í oktober 2016