Nýskipanin betrar um viðurskiftini hjá sjófólki

Ingolf Sólheim Olsen segði í røðu síni á tingi, at tað var at fegnast um, at Krúnborg varð seld, um tað var grundin til, at nýskipanin varð gjørd. 

– Eitt av endamálinum var at styrkja búskaparligu grundsúluna undir okkara samfelagi, nevniliga fiskivinnuna, segði Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi á tingfundinum fyri kortum.

Á tingfundi í dag verður nógv umtalaða fiskivinnunýskipanin viðgjørd við 2. viðgerð. Samfelagskjakið í samband við fiskivinnunýskipanina hevur verið baldrutt, og tað eyðkennir eisini kjakið í tinginum, at andstøðan hevur lagt seg í skotgrøvina. Umboðini hjá samgonguni í vinnunevndini verða ákærd fyri einans at fylgja boðum frá landsstýrismanninum og at als ikki arbeiða sjálv.

Ingolf S. Olsen byrjaði eisini røðu sína við at siga, at hann ikki hevði hug at viðgera viðmerkingarnar hjá andstøðuni í vinnunevndini, tí tær vóru merktar av illgitingum og ikki eini roynd at viðgera uppskotið seriøst. Ístaðin fór Ingolf S. Olsen undir at ramsa teir fyrimunir, sum samgongan legði lunnar undir við sínum uppskoti.

– Endamálið við uppskotinum er at leggja lunnar undir eina fiskivinnu, sum tryggjar at øll rættindi eru á føroyskum hondum, at umsitingarætlanir verða gjørdar, grundaðar á stovnsrøkt. Uppskotið steðgar spekulatión við loyvunum og leggur upp til eina fiskivinnu, sum eggjar til størst møguliga virðisøking, segði Ingolf S. Olsen millum annað. Hann segði eisini, at fiskivinnan skuldi bera Føroyar fram ímóti einum sjálvbjargnum búskapi.

Tingmaðurin fyri Tjóðveldi vísti eisini á, at tað vóru tey, sum vildu verða við, at um sølan av Krúnborg fyri ovurhondsvirði ikki varð framd fyri tíggju árum síðan, hevði nýskipanin ongantíð verið gjørd. Hann var ikki samdur í tí pástandinum, men helt, at føroyingar áttu at fegnast um søluna av Krúnborg, um hetta var veruliga grundin til nýskipanina, tí nýskipanin var alneyðug.

Áðrenn Ingolf S. Olsen endaði røðu síni, las hann úr álitinum hjá samgongutinglimunum í vinnunevndini, har víst varð á, hvussu nógv uppsjóarkvoturnar eru øktar seinastu árini. Hann vísti á, hvussu nógv nýtt tilgfeingi var komið til Føroya,  og eins og Bjørt Samuelsen spurdi hann, um tað ikki var rætt, at hetta virðið varð býtt javnari kring Føroyar enn støðan var nú.

At enda legði Ingolf Sólheim Olsen dent á, at samgongan vildi betra um viðurskiftini hjá sjófólki við nýskipanini.

– Hóast tað ofta hevur verðið hildið upp á tað øvugta, so hava viðurskiftini hjá okkara sjófólki verið týdningarmikil hjá okkum, segði Ingolf S. Olsen og vísti á, at tað nú verður lógarfest, at manningar við fiskiskipum skulu mannast eftir føroyskum sáttmálum og at útlendingar, sum fáa kjans við føroyskum skipum skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

– Hetta er ein munandi betring ímun til tær lógir, sum nú eru galdandi, segði Ingolf S. Olsen at enda.