Nýskipanin samtykt við aðru viðgerð

Uppskotið um umsiting av sjófeingi varð samtykt við aðru viðgerð. 

Í allan dag hevur verið kjak um fiskivinnunýskipanina í løgtinginum, men fyri kortum endaði orðaskiftið. Uppskotið varð samtykt við aðru viðgerð.

Tað var nakað av spenningi undan viðgerðini, tí Kristin Michelsen var ikki í tinginum í dag. Eins og Fjúrtandi skrivaði í morgun, hevði hann tó gjørt avtalu við andstøðulim um ikki at atkvøða, tí hann ikki var í tinginum. Tað er vanligt, at tingfólk gera semjur um at ‘cleara’, tá ið limir úr andstøðu ella samgongu ikki er til staðar í tinginum. Og Kristin Michelsen hevði gjørt avtalu við Magna Laksáfoss, sum ikki atkvøddi í dag.

Uppskotið fær væntandi triðju viðgerð í næstu viku, tá ið tað verður greitt, um samgongan megnar at seta nýggja fiskivinnuskipan í verk.