Nýskipanin samtykt við 18 atkvøðum

Samgongan stóð saman og atkvøddi nýskipanina ígjøgnum, men Bill Justinussen atkvøddi eisini fyri nýskipanini. 

Júst nú atkvøddi samgongan lógina um umsiting av sjófeingi ígjøgnum. Fyrst varð atkvøtt um 13 broytingaruppskot úr andstøðu og samgongu. Tá varð einans tað síðsta uppskotið, sum samgongan átti, ið meiriluti var fyri.

Nýskipanin varð síðan atkvødd ígjøgnum við broytingaruppskotinum hjá samgonguni. Samgongan stóð saman, men Bill Justinussen atkvøddi eisini fyri málinum. Sostatt varð størsta málið hjá samgonguni atkvøtt ígjøgnum við 18 atkvøðum fyri og 15 ímóti.