Nýtist okkum oljupengar fyri at loysa?

Rættiligt orðaskifti tók seg upp um uppskot frá Unga Tjóðveldinum um at gevast at útvinna olju og ístaðin at leggja seg eftir varandi orku.

Brandar Heðinsson legði uppskotið fram fyri flokstingið og vísti á vandan við veðurlagsbroytingum og avleiðingunum av teimum, so sum hungursneyð, kríggj og tjóðaroyðing.

Uppskotið innihelt 6 punkt, har fyrsta punkt mælti til at Flokstingið samtykkir, at Tjóðveldi er ímóti allari útvinning av olju, koli ella øðrum kolvetni. Tað var um hetta punktið at fundarluttakarar ikki vóru á einum máli.

Einir 1200 føroyingar hava higartil verið við í oljuvinnuni, men enn hava vit onga olju tikið upp úr undirgrundini.

Magni Arge var fyrstur at taka orðið. Hann helt, at olja er ikki bert av tí ringa, og vísti á dømi frá 1992, tá djúp kreppa valdaði, men tað sum fekk fólk at lýta frameftir var at vit droymdu um at finna olju, tí vit høvdu fingið undirgrundina.

Áðrenn hetta vóru einans 2 fólk í føroysku oljuvinnuni, men nú hava eini 1200 fólk hava verið í hesi vinnu, og enn hava vit onga olju tikið upp og einki dálkað. Magni Arge vísti á at Noreg hevur ikki negativar ávirkan av oljuni, tí tey hava dugað fyriskipað soleiðis, at pengarnir ikki hava skeiklað samefelagið ov nógv. Tey hava dugað at ment vinnulív og varandi orku.

Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldinum vísti á vandan við at miðalhitin á knøttinum økist meira enn 1,5°C, og helt, at fólk eru sera trek at broyta hugsunarhátt.

– Vit brúka olju nú, og vit ætla at halda fram at halda olju. Tað ber ikki til, og vit mugu góðtaka, at vit ikki kunnu halda fram við at finna nýggjar oljugoymslur. Tær goymslur vit hava nú, røkka 50 ár fram. Vit vita, at neyðin lærir nakna kvinnu at spinna, og tann dagin ongin olja er, so finnur man loysnir uppá tað. Arbeitt verður støðugt við at menna loysnir.

Elsa Berg, Unga Tjóðveldi: Skulu vit hava oljupengar fyri at vera nóg rík til at loysa?

Elsa Berg vísti eisini á, at reinsan av olju krevur sera nógv, og fer tað í gongd her, so er ikki longur talan um reint umhvørvi. Hon endaði við at spyrja: Nær eru vit nóg rík til at loysa? Skulu vit hava oljupengar fyri at verða nóg rík til at loysa?

Uppskotið um at vera ímóti allari útvinning av olju, koli ella øðrum kolvetni fall við 10 atkvøðum fyri, 31 ímóti.

Hini 5 punktini vórðu øll einmælt samtykt. Tey vóru soljóðandi:

  • Tjóðveldið vil, at Føroyar gerast undangonguland í varandi orku; hetta mál skal røkkast við stórum íløgum í grønari orku, útbyggingum í orkukervinum og við, at øll orkunýtsla her á landi verður útvunnin av grønari orku.
  • Tjóðveldi vil gera neyðugar íløgur, til tess at orkutøknin kann mennast.
  • Tjóðveldið viðurkennir, at sjálvveitan av grønari orku er ein aðaltáttur í tjóðarbygging føroyinga.
  • Tjóðveldi viðurkennir okkara skyldu at fara væl við teirri føroysku náttúruni, so at komandi ættarlið áhaldandi kunnu liva, støðast og mennast her á landi – Føroyum og føroyingum at frama.
  • Tjóðveldi vil herða umhvørviskrøv, so at onki alment ella privat samtak (útlendskt ella føroyskt) skal gera sær dælt av eini veikari umhvørvisverju.