Nýtt borðspæl kemur skjótt

Á facebook síðu síni boðar Tatanka frá, at tey saman við Ó hava latið borðspæl gera. Spælið minnir um Risk, men er um føroysk viðurskifti. 

– Í 18 ár hevur Tatanka bjóðað ymiskt undirhald til børn, ung og vaksin, og vit hava víðkað okkara úrvæl nógv hesu árini. Í 2014 byrjaðu vit saman við Ó uppá eina verkætlan, ið nú er komin so mikið langt á leið, at vit kunnu avdúka eitt nýtt borðspæl, “Hertak Føroyar”.

Tað skrivar Tatanka á síni facebook síðu. Tað eru nøkur ár síðani at føroyskt borðspæl kom á marknaðin, og aldri fyrr hevur spæl í líkist risk verið útgivið. Á tatanka síðuni verður boðað frá, at spælið kemur út um august – september og at í næstum verður meira kunngjørt.

– Spælið minnir nógv um kenda spælið “Risk”, men er tó enn stuttligari, meira spennandi og snýr seg um føroysk viðurskifti.Kjartan Magnussen hevur teknað myndirnar í spælinum og Pætur Eyðunsson Jensen hevur staðið fyri tí grafiska partinum og vit kunnu ikki siga annað enn at vit eru errin av endaliga úrslitinum, greiðir Tatanka frá. 

Eisini skriva tey á síðuni, at tað fer at bera til at ogna sær spælið í forsølu og at tað verður nærri kunngjørt skjótt, hvussu tað fer at bera til.