Tá ið fólkaræði riggar

Fiskivinnuuppskotið, ið skal til viðgerðar í tinginum í næstu viku, ber boð um at fólkaræði riggar í Føroyum. 

Tað hevur tikið sína tíð – næstan tíggju ár – men nú er nýskipanauppskotið til fiskivinnuna í tinginum. Uppskotið er á summum økjum kollveltandi, ímeðan onnur økir fara at virka sum tey hava. Men júst tann støðan, at summi meta uppskotið sum kollveltandi, ímeðan onnur meta tað sum ov lítið kollveltandi, ber boð um, at uppskotið eftir drúgva viðgerð, nú er eitt reelt uppskot, ið kann samtykkjast í løgtinginum. Upprunaliga vildi samgongan, at øll skipanin skuldi broytast, soleiðis at alt tilfeingi fór um uppoðsølu, men síðani ta støðuna, er uppskotið nú blivið ein reformur, ið undirtøka kann fáast fyri.

Seinastu tíggju árini hava nógvar royndir verið gjørdar at gera eina nýskipan av fiskivinnuni, men ongantíð áður hevur nakað uppskot havt veruliga undirtøku. Fólkaflokkurin, ið hevur sitið tey flestu av árunum á fiskivinnumálum, hevur ikki viljað broytt skipanina yvirhøvur, og tí er tann óhepna støðan íkomin, at skipanin skuldi broytast innan tvey ár, frá tí at samgongan tók við í septembur 2015 til 2018, tá øll loyvini í vinnuni ganga út.

Sambandsflokkurin hevur ikki havt áræði at fara undir eina nýskipan, tá flokkurin hevur sitið í samgongu. Gamaní er Samandsflokkurin nú komin við einum uppskotið, men tá Sambandsflokkurin nú er í andstøðu, vil flokkurin ikki taka ábyrgd saman við samgonguni og gera eina semju. Ein situr við fatanini av, at Sambandsflokkurin setur stuttskygdan andstøðupolitikk fram um at fáa nýggja fiskivinnuskipan, men enn er kanska vón fyri, at flokkurin tekur undir við uppskotinum, eftir at tað hevur verið í vinnunevndini.

Í miðflokkinum hevur meiningin sum altíð verið líka skiftandi sum veður og vindur, ímeðan føroyski “null-hugsjón” flokkurin “Sjálvstýri”, ið sjáldan alment er úti við øðrum tíðindum, enn at flokkurin skiftir navn, kanska ongantíð hevur havt eina meining yvirhøvur.

Samgonguflokkarnir eru teir einastu, ið hava havt eina greiða støðu. Allir flokkarnir hava verið samdir um eina marknaðargrundaða skipan, ið búskaparfrøðingarnir hava mælt til. Eftir øllum at døma verður skipanin ikki so marknaðargrundað, sum samgonguflokkarnir kundu hugsað sær – hetta tí at parlamentarisk og fólkaræðislig undirtøka als ikki er fyri einari tílíkari skipan.

Men tað, sum vit øll áttu at fegnast um, nú uppskotið langt um leingi er í tinginum er, at hóast samgongan og fiskimálaráðharrin hava arbeitt undir órímiligum trýsti, tí onki er gjørt við málið í tíggju ár, hevur fiskimálaráðharrin havt eina tolna og fólkaræðisliga tilgongd til málið. Hoyringsskriv eru tikin til eftirtektar, og bæði vinnan og fiskimannafelagið hava havt møguleika at ávirka uppskotið.

Eftir ta opnu tilgongd, ið hevur verið, verður uppskotið kanska enn einaferð broytt eitt sindur í vinnunevndini – tað kann ongin nakrantíð útiloka – men fyrstani nú hevur vinnan hóming av, hvussu fiskivinnan verður skipað næstu nógvu árini. Endiliga fer Føroya fólk at fáa eina rættvísari inntøku av fólksins ogn. Og langt um leingi kann føroyska samfelagið byrja at innrætta seg, uttan at nýskipanaruppskotið liggur og spøkir í bakgrundini.

Regin Winther Poulsen, Ritstjóri, 

 



Related Posts