Økismenning – suðuroyartunnilin ein treyt!

Ikki fyrr enn Suðroyartunnilin er komin, fer av álvara at bera til at tosa um, at øll øki í landinum kunnu kappast um arbeiðspláss og at draga fólk til sín, tí sum nú er, eru fyritreytirnar snøgt sagt ikki tær somu. 

Olivia Benjardøgg Tausen skrivar klummuna hesa vikuna, 

Dagliga verður sagt, at tað gongur avbera væl í Føroyum. Allir pílar peika rætta vegin. Búskapurin blómar – tað sama ger byggivinnan. Fólkatalið hevur ongantíð verið so høgt – arbeiðsloysið ongantíð so lágt. Alt hetta ber brá av, at Føroyar eru eitt fullkomið samfelag, har alt blómar. Men í kapprenningini, sum hevur verið seinastu tíðina, darlar Suðuroyggin langt aftaná restina av landinum. Hon hevur nevniliga ongantíð megnað at reist seg aftur, eftir at hon beglaði fótin so dyggiliga undir kreppuni fyrst í 90unum. Fyri skjótt nógvum árum síðani sungu teir í Pipar & Salt um Suðuroy, sum mundi doyð. Júst hetta er kanska meira viðkomandi í dag, enn tað var, tá ið sangurin kom út.

Tí Suðuroyggin er als ikki partur av góðu gongdini, ið annars er aðrastaðni í landinum. Og eldsbrunin á Varðanum Pelagic í juni mánaða gjørdi bert ilt verri. Arbeiðsloysið er himmalhøgt, og hóast fólkatalið økist, so kann tað ikki samanberast við vøksturin norðanfjørðs. Snøgt sagt finnast tað tvey paralellsamfeløg í Føroyum í dag: Meginøkið og útjaðarin, har ímillum Suðuroyggin.

Um ein suðuroyingur skuldi skrivað dagbók og havt eitt ynski fyri oynna, hevði tað hjá einum stórum skara uttan iva sæð nakað soleiðis út:

Góða dagbók!

Í dag ynski eg mær ein undirsjóvartunnil millum Suðuroynna og meginøkið, tí eg haldi, at eingin hevur størri tørv á tí enn okur. Hetta skal til fyri, at oyggin skal mennast og kann standa seg á jøvnum føti við restina av landinum!

Tíverri var ikki nóg mikið einans við skuffukøkuni og salta sperðlinum, ið mamma Esmar Eysturoy sendi suður á sinni. Okur hava tørv á einum tunli, ið kann javnseta okum við restina av landinum. Um hesin ikki kemur rættiliga skjótt, hevur oyggin ongan møguleika at yvirliva og varðveita og draga fólk til sín.

Siglur Smyril ikki, sleppa fólk ongan veg. Um sæð verður burturfrá fólki í Sandoynni, har tað skjótt verður koyrandi til, og á útoyggjunum, so kunnu borgarir í restini av landinum sleppa hagar tey vilja, tá ið tey vilja.

Í seinastu viku varð Suðuroyartunnilin (endiliga!) settur á breddan av álvara, tá skipað varð fyri almennum fundi í skúladeplinum í Grønadali. Nøkur siga, at tað verður keðiligt at missa hugnaligu túrarnar við Smyrli. Sjálvsagt kunnu túrar vera hugnaligir, men hvussu nógv eg so royni at finna grundgevingar fyri og ímóti einum Suðuroyartunli heldur enn Smyrla-túrunum, komi eg altíð til ta niðurstøðu, at alt verður so nógv lættari, tá tunnilin kemur.

Tað kann tykjast løgið at leggja so stóran dent á ein undirsjóvartunnil til meginøkið, tá ið tosað verður um at menna Suðuroynna. Men veruleikin í dag er, at hetta tykist at vera einasti møguleiki fyri at javnseta hesi 10 prosentini av Føroya fólki við restina av landinum. Í samband við arbeiðspláss tykist sera trupult at skapa hesi og staðseta stovnar í Suðuroynni. Við einum tunli er møguligt hjá suðuroyingum at koyra norðureftir til arbeiðis, men eisini hjá norðingum (øll norðanfyri Suðuroynna eru norðingar í mínari verð) at fara til arbeiðis í Suðuroynni, Sandoynni og enntá í Skúgvi, har ætlanin er, at tunnilin eisini skal koma upp. Aftaná Sandoyar- og Suðuroyartunlarnir verða lidnir, er 90% av landinum samanbundið, og so kunnu fólk pendla eins nógv og hvar teimum lystir uttan trupulleikar. Í dagsins samfelag eigur ikki at vera so trupult at staðseta eitt nú almennar stovnar í Suðuroynni (og aðrastaðni í útjaðaranum) og harvið skapa arbeiðspláss. Í hesum teldutíðum er alt møguligt, og Skype og Facetime eru jú uppfunnin! Tó mugu serlig atlit takast, um talan er um stórar stovnar, ið longu virka norðanfjørðs. Sostatt kann heldur dentur leggjast á at staðseta nýggjar stovnar í Suðuroynni.

Í løtuni eru tað privatar fyritøkur, ið gera íløgur fyri at menna oynna. Varðin Pelagic er farin undir at endurbyggja virkið á Tvøroyri, og Bakkafrost økir um sítt virksemi í oynni við at umbyggja gamla flakavirkið í Vági, Polarforst, sum so at siga hevur ligið lamið síðani kreppuna í 90unum. Tó er landið við til at fíggja Ítróttarháskúlan í Vági, ið er ein sonn sólskinssøga. At skúlin liggur í Suðuroynni ger hann til nakað serstakt, tí tað er eitt sindur eksotiskt, at tað er so langur vegur norður til meginøkið. Tað er eisini sjálvsagt, at skúlin liggur í Suðuroynni, tí har finnast allar neyðugu umstøðurnar: 50 metra hylurin í Páls Høll, vallir, hallir og skjótt eisini marghøll. Upplagt er eisini, at ítróttareftirskúlin gerst veruleiki skjótt eins og eftirskúlin í norðaru helvt.

Tá alt kemur til alt, snýr alt seg um marknaðarførðslu, og umráðandi er at vísa á, hvat serstakt ein hevur samanborið við onnur. Ikki fyrr enn Suðroyartunnilin er komin, fer av álvara at bera til at tosa um, at øll øki í landinum kunnu kappast um arbeiðspláss og at draga fólk til sín, tí sum nú er, eru fyritreytirnar snøgt sagt ikki tær somu. Náttúran í oynni er heilt serstøk, og ferðavinnan kann gera sær meira dælt av tí, enn sum nú er. SALT fer at draga ferðafólk til sín, eins og Smátturnar í Vági eru sera vælumtóktar. Ymiskar ”nichur” innan ferðavinnu stinga seg alla tíðina upp, og Suðuroyggin kundi marknaðarført seg innan ávís sløg av ferðavinnu. Og hetta er longu byrjað!

Ein avgerandi treyt fyri, at oyggin skal mennast, er, at kommunurnar í oynni byrja at samstarva betur. Tað er ikki lætt hjá landinum at menna eitt øki við 4600 fólkum, ið er býtt í 7 eindir við ofta ymiskum áhugamálum, tí tað kann vera trupult at stápla nakað uppá beinini, tá ið tað alla tíðina skal syrgjast fyri, at øll ganga í takt.