Óluva hartar Hanus

Peningasterk feløg hava fingið eitt heilt øki her norðuri at reisast, og nú verður hótt við at steingja og niðurleggja arbeiðspláss. Hetta er bæði harðligt og órímiligt, sigur Óluva Klettskarð í viðmerking við in.fo til tað, sum Hanus Hansen reiðari hevur ført fram í KvF í sambandi við semjuna, sum nú er gjørd í samgonguni um nýggja fiskivinnuskipan.

Tað er órímiliga hart spinn, sum gongur fyri seg, og tað nýggjasta er, at mann setir politikarar upp ímóti hvørjum øðrum, sigur Óluva. Nú eru tað suðuroyar politikararnir, sum hava bjargað sínum, meðan vit onnur einki hava fingið burturúr.

– Hanus sigur, at semjan er so nógv verri fyri hann og hansara virksemi enn upprunaliga uppskotið var. Men tað eri eg als ikki samd við honum í, sigur Óluva Klettskarð við in.fo.

– Tað einasta ítøkiliga, hann førir fram í sínum atfinningum er, at anti-trust-ásetingin er lækkað fyri fjarleiðirnar, serliga fyri Barentshavið, ið er tað primera hjá honum, úr 25 niður í 17,5%.

– Til tað er at siga, at tað er líka mikið fyri virksemið hjá Hanusi Hansen, um tað er hetta prosent-talið ella tað fyrra, tí hann situr sum er á 46% av veiðini í Barentshavinum, og hevur so ómetaliga nógv virksemi har, at tað er eingin munur á fyri hann, um talið er 17,5% ella 20.

– Samstundis vísir hann á, at hann missir so nógv virksemi. Men tað ger Hanus Hansen ikki, sigur Óluva Klettskar. Hann varðveitir sítt virksemi, tí hann fær keypt inni í stutttíðarrættindum part av hesum 25%, sum verða býtt út.

– Anti-trust ásetingarnar verða ikki afturvirkandi, so Hanus Hansen sleppur at varðveita nøkulunda tað virksemið, sum hann hevur nú, og tað, sum hann hevur havt tey undanfarnu árini, innan fyri tað, sum kvotur annars variera, sigur Óluva.

– Vit vita jú, at í 2011 vóru bara 14.000 tons av fiski í Barnentshavinum. Tað talið er nú farið upp á 30.000 tons, harav 27.000 tons eru farin til verandi aktørar og 3.000 á uppboðssølu, vísir Óluva á.

– Her er talan um ein óvusligan vøkstur, sum altíð til tíðir hevur varierað nakað. Og eitt árið – haldi tað var í 2013 – fingu vit onga avtalu við norðmenn í Barentshavinum, eini 4000 tons, sum vit ikki fingu eitt árið. Hetta er nakað, sum Hanus er vanur at fyrihalda seg til, men tá hoyrdu vit einki frá honum, vísir Óluva á.

Spurd um, hvat hon hevur at siga til tað, sum Hanus førir fram, um at hann verður noyddur at selja burtur av skipunum, sum fiska í Barentshavinum, sigur Óluva, at tað er ikki orsaka av nýggju fiskivinnuskipanini, at hann verður noyddur til at gera hetta.

Óluva Klettskarð er sannførd um, at nýggja fiskivinnuskipanin verður burðardygg og til frama fyri alt landið, fyri alla veiði og allar aktørar, og roknar við, at hon verður samtykt í løgtinginum sambært semjuni, sum nú fyriliggur.