Óluva Klettskarð tala í New York

Óluva Klettskarð er í hesum døgum á ST-aðalfundi í New York. Seinni í dag skal hon tala um burðardygd innan design. 

– Eg fari at koma inn á, hvussu vit hava sett tilfar úr sjónum í samband við móta og design og burðardygd. Í sambandi við at vit í 2015 settu okkum fyri at fremja eitt átak um bláan lívfeingisbúskap i trý ár, so skipaðu NORA og Fiskimálaráðið fyri sokallaða Blue Fashion Challenge tiltakið, har 11 innbodnir sniðgevar úr Norðurlondum kappaðust um at skapa móta úr burðardyggum tilfari úr sjónum, greiðir Óluva Klettskarð frá. Hon skal seinni í dag tala í The Trusteeship Council Chamber, sum danir kalla Finn Juhl salin, har tiltak er um burðardygd innan sniðgeving.

Óluva Klettskarð er í hesum døgum á ST-aðalfundi. Í dag skal hon halda røðu til tiltak um design og burðardygd.

– Fiska- og laksaskræðu framleiða vit í stórum mongdum, og hetta kundi verið framleiðsla av allarvakrasta leðri, leggja vit okkum eftir tí. Eisini kópaskinnini í Grønlandi eru rusk í mun til matarframleiðslu,  sum kópurin verður veiddur til. Eg fari at siga frá, hvussu slíkt tilfar kann koma í staðin fyri tann dálkandi klædnaídnaðin, sum er næstmest dálkandi ídnaður, leggur hon afturat.

Á fundinum, har Óluva fær orðið, verða umleið 600 luttakarar. Ímillum luttakararnar verða 550 design-lesandi frá heimskenda Parsons School of Design.

– Og so kanska tað mest spennandi. Tað er taraframleiðsla, ið kann brúkast til klæði. Verður tari brúktur til ymsan mat, farmaseutiska ella kosmetiska framleiðslu, so eru taratrevjur eftir, ið kunnu nýtast til klædnaframleiðslu, greiðir Óluva frá, ið heldur nógv spennandi vera í møguligari taraframleiðslu.

– At hetta er so serliga spennandi kemst av, at taraaling kann gerast eitt øgiliga spennandi íkast til at minka vakstarhúsgassini, og so kann hetta sjálvandi gerast eitt stórt íkast í okkara búskap, sigur hon at enda.

Óluva Klettskarð kemur aftur til Føroya týsdagin, tá ið hon tekur við tingsessinum aftur.