Á flokstinginum í Hósvík fegnaðist fundarfólkið um at flokkurin ikki hevði fingið fólkatingsstuðul í 2016. Hetta hevði sum so ikki beinleiðis ávirkan á peningarenslið hjá flokkinum, tí landskassastuðulin er hækkaður munandi síðan 2015.
Ein onnur broyting sum sæst í roknskapinum er, at økisfeløgini hava fingið útvið 135.000 kr. Hesir pengar blivu býttir eftir einum býtislykli, sum tekur atlit til samlað tal av atkvøðum í økinum, umframt hvussu nógvar tjóðveldisatkvøður eru í økinum.
Henda skipanin í ár er ein roynd, og aðalstjórnin tekur avgerð um hesin býtislykilin skal halda fram júst soleiðis, ella onnur skipan verður funnin.