og ongin fær órættvíst meir ella minni enn ein onnur, skrivar Jóhan Christiansen borgarstjóri í Eysturkommunu.
Men tað er sera ójavnt, hvat kommunurnar raðfesta og gjalda til eldraøkið.
Fíggingarleisturin til eldraøkið millum land og kommunur er ikki so fløkjasligur, sum ført verður fram, og hann er so avgjørt ikki so órættvíst deildur út aftur til kommunurnar, sum summi vilja vera við nú.
Størsta avbjóðingin er, at samlaða afturberingin er ov lítil í mun til kostnaðin av eldarøkinum.
Fíggingaleisturin er skrúvaður sama soleiðis í 2018 tølum:
- Afturbering frá landinum var í 2018 – Forskatting av pensjónum 351.719.144. kr. – afturbering fyri DIS/NIS v.m. 113.117.988 kr. Tils. 464.837.132 kr.
- Í 2018 brúktu kommunurnar 27.058.239 kr. (6,8%) meir enn tær fingu aftur frá landinum. Tað er nakað kommunurnar sjálvar kunna stýra, um tær ynskja tað.
- Forskattingin av pensjónum, sum er góð 75% av afturberingini, verður deild út til kommunurnar pr. borgara 67+ ár. Tvs. ongin fær meir enn ein onnur. Kommunurnar fáa pr. tal av borgarum 67+ ár. Hvørki meir ella minnið.
- Endurgjaldið fyri DIS/FAS v.m. sum er næstan 25 % av afturberingini, verður goldin til tí kommununa, har hesir borgararnir búgva. Tvs. í teimum kommunum har tað búgva nógvir borgarar sum virka undir tílíkum skipanum, og orsaka av tí fáa minni inn í kommunuskatt, tær fáa størri endurgjald enn aðrar, har tað ikki eru so nógvir borgarar undir tílíkum skipanum, men fleiri sum gjalda beinleiðis kommunuskatt. Tað er als onki órættvíst í tí.
- Inngjaldið frá kommununum til eldraøki er eisini pr. 67+ ár. Tvs. allar kommunurnar, undantikið Tórshavn sum ikki er í einum samstarvið, rinda inn til samstarvið pr. borgara 67+ ár. Og her síggja vit ein sera stóran mun á, hvussu tey ymisku økini raðfesta eldraøki.
- Eg kann nevna Nánd, sum er okkara samstarvsøkið, rindaðu Fuglafjarðar- og Eysturkommuna í 2018 69.704,- kr. pr. borgara 67+ ár, har kommunurnar í Bú- og heimatænastan í Suðuroy rindaði 56.748,- kr. pr. borgara 67+ ár.
- Í 2018 rindaðu Fuglafjarðar og Eysturkommuna næst mest inn til eldraøkið í landinum, og kommunurnar í Suðuroy rindaðu minst inn.
So fíggingarleisturin er als ikki so fløkjasligur og órættvísur sum ført verður fram. Eg eri tó samdur í, at knýta DIS v.m. saman við afturberingini fyri eldraøkið er óheppi. Men tað var einasti møguleikin man fekk frá táverandi landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen. Skulu tit fáa afturbering vegna DIS v.m. so er tað gjøgnum fíggingarleistin á eldraøkinum tann einasti møguleikin. “Take it or leave it” vóru greiðu boðini.
Eg haldi eisini vit eiga at fara undir at endurskoða fíggingarleistin til eldraøki, so hann passar betur til veruliga tørvin bæði nú, og í framtíðini. Og ikki minst tá hugsað verður um íløgur.
Men at taka endurgjaldið fyri DIS v.m. burtur aftur, ella deila tað útaftur á ein annan hátt enn til tær kommunurnar, har hesir borgararnir veruliga búgva, er so als ikki rættvíst.
Jóhan Christiansen