Ongin príshækking á heilivági kortini

Løgtingsformaðurin kundi mikudagin boða Løgtinginum frá, at Sirið Stenberg hevði tikið aftur uppskotið um at lækka tilskotið til heilivág. Hon hevur í staðin funnið neyðuga peningin á óbrúktum játtanum.

– Eg eri ógvuliga fegin um, at tað er eydnast at finna pening á onkrari játtan, sum kortini ikki verður brúkt í ár, soleiðis at tað ikki verður neyðugt at minka tilskotið til heilivág. Tað smakkaði mær sera illa at bera uppskotið í tingið, men nú havi eg funnið eina loysn, og uppskotið er tikið aftur.

Tað sigur Sirið Stenberg, heilsumálaráðharri, ið ikki dylur, at tað er henni ein stórur lætti at sleppa undan at leggja eyka byrðar á fólk, ið hava tørv á heilivági.

Bundin av fíggjarlógini
Eftir at Løgtingið eftir tilmæli frá fíggjarnevndini hevði samtykt at skerja Heilsutrygd við 1,5 milliónum krónum á fíggjarlógini fyri í ár, sá heilsumálaráðharrin annars onga aðra loysn, enn at lækka tilskotið til heilivág, soleiðis at brúkarin skuldi rinda meira.

Sirið Stenberg, heilsu- og innlendismálaráðharri, er ógvuliga fegin um, at tað er eydnast henni at finna pening, so tað slepst undan at lækka tilskotini til heilivág.

Tí hon fann ikki pengarnar aðrastaðni á hennara kontum, og hevði hon bara latið staðið til og tilvitað farið út um sína játtan, hevði hon framt brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Tað hevði sannlíkt kostað henni landsstýrissessin.

Tískil var eitt uppskot um at minka tilskotið til heilivág millum tey nógvu lógaruppskotini, sum vórðu borin í Løgtingið 7. mars, ið var seinasta freist at leggja mál fyri tingið í hesi tingsetuni.

Men nú hevur heilsumálaráðharrin altso kortini megnað at funnið neyðugu pengarnar, og á tingfundinum mikudagin kundi løgtingsformaðurin sostatt boða frá, at Sirið Stenberg hevði tikið uppskotið aftur.