Ongin samgonga við Miðflokkin

Samgongusamráðingarnar við Miðflokkin slitnaðu seint í gjár. Miðflokkurin metti ikki grundarlag vera fyri samráðingum. 

Seinastu tíðina hava samráðingar verið við Miðflokkin um at víðka samgonguna. Í gjárkvøldið slitnaðu samráðingarnar, og sambært in.fo var grundgevingin frá Miðflokkinum, at flokkurin ikki metti grundarlag vera fyri samgongu. Jenis av Rana segði við in.fo, at samgongan ikki vildi flyta seg nóg nógv í mun til krøvini hjá Miðflokkinum um fiskivinnuna ella etisku virðini. Miðflokkurin hevði, áðrenn samráðingarnar byrjaðu, longu sett átjan krøv fram, um flokkurin skuldi við í samgonguna.

Miðflokkurin vildi hava, at hjúnarbandslógin skuldi til fólkaatkvøðu, og at í stjórnarskipanini skuldi standa, at fosturtøka ikki er loyvd. Samgongan atkvøddi hjúnarbandslógina ígjøgnum saman við pørtum av Sambandsflokkinum, soleiðis at lógin eisini fevnir um tvey av sama kyni, men hetta er eitt mál, ið Miðflokkurin var serliga ímóti.

Tað var longu greitt áðrenn samráðingarnar, at tær fóru at verða truplar, tí bæði Framsókn og Tjóðveldi høvdu longu boðað frá, at tey vildu ikki víkja á etiska økinum. Tað hevur eisini eyðkent samráðingarnar, at Miðflokkurin hevur sett krøv síni fram í almenninginum. Spurningurin er tí kanska, um Miðflokkurin einans sá samráðingarnar sum ein møguleika at markera seg á sínum kjarnuvirðum heldur enn at koma upp í samgonguna.