Kanning, sum Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð og Bára Akselsdóttir Haraldsen hava gjørt á løgmanskrivstovuni, vísir, at ongin skipað innovatión er í almenna geiranum.

Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð og Bára Akselsdóttir Haraldsen hava gjørt kanning um innovatión í stovnum landsins.
Jóna Ólavsdóttir Dalsgarð og Bára Akselsdóttir Haraldsen vóru starvslesandi á løgmansskrivstovuni í vár, har teir millum annað kannaðu innovatión í stovnum landsins. Á blogginum hjá løgmansskrivstovuni, innovation.fo, skriva tær frágreiðing um kanningina.
-Endamálið við kanningini var millum annað at geva eitt íkast til manglandi vitan um almenna innovatión í Føroyum. Vit vóru á vitjan á átta stovnum, har vit prátaðu um ítøkiligar innovatiónssøgur og spurdu um, í hvussu stóran mun arbeiðið við innovatión er tilvitað ella tilvildarligt, siga tær á blogginum.
Menna innovatiónsmentan
Innovatiónsbólkurin hjá løgmansskrivstovuni var stovnaður í 2013, tá ið Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður.
Á síðuni stendur um verkætlanina:
– Avbjóðingarnar í samfelagnum gerast alsamt størri, og vit kunnu ikki longur einans dúva upp á áður brúktar loysnir og arbeiðshættir. Vit mugu bróta upp úr nýggjum til tess at menna samfelagið enn meira, og tí er neyðugt at arbeiða miðvíst við at menna eina innovatiónsmentan í landinum.
Serliga tvær orsøkir til væntandi innovatión
Í kanningini hjá Jónu Ólavsdóttur Dalsgarð og Báru Akselsdóttur Haraldsen koma tær báðar til niðurstøðuna, at tað er ongin skipað innovatión í stovnum landsins, hóast dømi eru um innovatión. Tær hava kannað átta stovnar, har tær tosaðu um ítøkiligar innovatiónssøgur.
Tær meta, at tað serliga eru tvær orsøkir til væntandi innovatión. Tann fyrsta er, at tað er ikki nóg mikið av menniskjasligum ella fíggjarligum tilfeingi á stovnunum, til at pláss er fyri innovatión. Óvissan um langtíðar fíggjarligu støðuna hjá stovnunum ger, at pláss ikki er fyri innovatión.
Tann seinna grundin til vantandi innovatión er, at onki eftirlit er við ætlanum á stovnunum – hvørki organisatoriskt ella politiskt.
Niðurstøðan hjá Jónu Ólavsdóttur Dalsgarð og Báru Akselsdóttur Haraldsen er tí, at:
– Bæði manglandi tilfeingi og lítið eftirlit skapa ikki samanhang í innovatiónsarbeiðinum og eru soleiðis við til at halda fast í tilvildarligu tilgongdunum til innovatión í organisatiónunum.
Les allan bloggin her