Ongin verður raktur av antitrust

Fyri løtu síðan staðfesti Ingolf S. Olsen, at ongin verður raktur av nýggju antitrustmørkunum í fiskivinnunýskipanini. Hann segði, at Óluva Klettskarð og Jónleif Johannessen hava æruna av tí. 

Ein av stóru spurningunum við fiskivinnunýskipanini hevur verið spurningurin um antitrust. Antitrustmørk vórðu sett í fiskivinnunýskipanaruppskotið fyri at forða fyri, at nakað reiðarí verður ov stórt. Upprunaliga varð markið sett at verða 20 prosent av hvørjum fiskastovni, men mørkini eru nú sett at vera á 35 prosentum.

Jørgen Niclasen vildi vera við, at eitt reiðarí í Klaksvík fór at verða rakt av antitrustmørkunum, men hesum vísti Ingolf S. Olsen aftur.

Ásetingin um antitrust í nýggja uppskotinum

Hann svaraði Jónleifi Johannessen, at hann helt ikki, at nakað reiðarí fór at verða rakt av nýggju antitrustmørkunum. Hann segði, at um nakað reiðarí verður rakt, verður tað minimalt. Ingolf S. Olsen segði, at hann sjálvur ikki hevur verið fortalari fyri, at markið skuldi hækka ov nógv, men at Óluva Klettskarð og Jónleif Johannessen høvdu arbeitt fyri tí og fingið tað ígjøgnum.

Jónleif Johannessen segði eisini í viðmerking til røðuna hjá Jákupi Mikkelsen framsøgumanni hjá Fólkaflokkinum, at hann hevði fingið staðfest í fiskimálaráðnum, at onki reiðarí fór at verða rakt av antitrustmarkinum.

Glaður um økta menningarkvotu
Bæði Ingolf S. Olsen og Bjarni Hammer vóru sum heild nøgdir við, at sokallaðu menningarkvoturnar vóru hækkaðar nakað. Ingolf S. Olsen helt, at menningarkvoturnar kundu gera, at nýggir aktørar fingu møguleikan at royna seg í vinnuni.

Bjarni Hammer segði, at ætlanin við menningarkvotunum var, at aktørar við nýggjum ætlanum í fiskivinnuni kundu fáa loyvi at royna seg.

Fýlst hevur verið á mennningarkvoturnar, tí sagt hevur verið, at tær fara at føra til politiska útlutan av kvotum, men Bjarni Hammer vísti á, at í veruleikanum var talan um tann partin av gomlu skipanini, ið loyvdi royndarloyvum. Hann segði eisini, at kvoturnar kundu skapa lív í økjum, har lítið arbeiði kanska var áðrenn.