Onki nevndarval á Tvøroyri í dag

Býráðsfundur var á Tvøroyri í dag, og tað er greitt at samgongan í býráðnum er slitnað. Men hóast nýggi meirilutin hevði ynskt at fáa nevndarval á skrá til fundin í dag, var tað ikki á skránni. 

Tað er rættiligt rumbul í á Tvøroyri, eftir at borgarstjórin, Kristin Michelsen, hevur mist meirilutan.

Kristina Roest tók seg av Kommunulistanum í fjør, tí hon ikki kundi góðtaka arbeiðslagið í samgonguni. Nú er greitt, at hon hevur tikið seg saman við Javnaðarflokkinum á Tvøroyri og hevur gjørt samgongu við hann.

Í tíðindunum hjá KVF í gjár varð sagt, at nýggi meirilutin vildi hava nevndarval á skrá til býráðsfundin í dag, men sambært KVF var onki nevndarval á skránni til býráðsfundin, sum byrjaði klokkan 12.00 í dag.

KVF endurgevur Kristin Michelsen fyri at hava sagt, at tað ikki er vanligt at hava stórmál á skrá til eykabýráðsfundir ímillum jól og nýggjár, men at einans smærri mál verða viðgjørd í dag.