Opera í Tjóðpallinum

Leikbólkurin Opera.fo fer at framføra nýtýddu føroysku operuna “Dagbókin hjá Leporello” á Tjóðpalli Føroya í mars. Nú ber til at ogna sær atgongumerkir. 

Í tíðindaskrivi skrivar Opera.fo, at nýggj opera verður frumframsýnd í mars. Opera.fo er nýggjur føroyskur leikbólkur, og “Dagbókin hjá Leporello” er fyrsta operan, sum bólkurin fer at framføra.

Í tíðindaskrivinum skrivar leikbólkurin, at talan er um eina nýtulkan av kendu operuni hjá Mozart, Don Giovanni. Høvuðspersónurin, sum allur leikurin snýr seg um, er framvegis tann samvitskuleysi konufólkarevurin Don Giovanni (Don Juan). Men í okkara modernaðu nýtulking er søgan lýst úr sjónarhorninum hjá tænaranum, Leporello.

Atongumerkjasølan letur upp alment 1. desember, men tú kanst longu nú tryggja tær atgongumerki við at bíleggja niðanfyri. Tað verða bert 5 sýningar á umleið 100 áskoðarar, so tað ræður um at gera skjótt av.

Sýningar verða:
24.mars kl. 19:30, frumframførsla
26.mars kl 19:30
27.mars kl 19:30
28.mars kl 19:30

Í fyrstu verkætlanini verða 12 listafólk á pallinum, flestu teirra føroysk.

Leikstjóri: Annfinnur Heinesen
Solistar: Herfinnur Árnafjall | Ernst Sondum Dalsgarð | Birita Adela Davidsen | Douglas Yates | Birita Poulsen | Paula Danielsen

Kapellmeistari: Fabian Dobler
Tónleikarar: Andreas Tykjær Restorff | Andrass Olsen | Agnar Lamhauge | Jón Festirstein