Orðið er frítt!

Mánadagin byrjar viðgerðin av fiskivinnunýskipanini og hjúnarbandslógin skal endaliga viðgerast týsdagin. Talan er um tvey mál, ið klíva tjóðina í tvey.

Um tvey mál veruliga hava klovið tjóðina í tvey eru tað sanniliga málini um fiskivinnunýskipan og broytingina í hjúnabandslógini, soleiðis at tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga. Tað seinna av teimum báðum sær út til at fáa ein enda týsdagin, tá samkynd langt um leingi kunnu ganga saman í hjúnalag. Men mánadagin byrjar hitt kjakið av álvara.

Tað frættist, at tað var stór undirtøka fyri mótmælistiltakinum hjá teimum, ið eru ímóti broytingini í hjúnarbandslógini. Myndir av tiltakinum vísa eisini tað sama, nevnliga at nógv fólk var møtt á vaglinum. Og undirtøkan sjálv er kanska besta lýsingin av, hvussu klovið samfelagið í veruleikanum er. Á einari síðu standa tey, ið hava stríðst í nógv ár fyri javnrættindum fyri samkynd – á hinari síðuni stríðast tey líka hart, fyri at hjúnarbandið ikki skal broytast. Og tað hevur eisini verið skrivað dúgliga á sosialu miðlunum um tiltakið leygardagin – tað er týðiligt at nógv ilskast um, at fólk eru ímóti at broyta hjúnabandslógina.

Tá kjakið um uppskotið til fiskivinnunýskipan kemur fyri tingið mánadagin, er tað eisini heilt víst, at gomul stríð ímillum bygd og bý, reiðaran og arbeiðstakaran og konservativ og liberal koma fram aftur. Sum nú sær út, verður uppskotið samtykt, sum tað er, hóast smáar broytingar altíð kunnu koma fyri.

Hóast kjakið ikki snýr seg um menniskjalig rættindi, tyskist tað sum málið er persónligt fyri summi, og tí verður tónin ofta líka harður, sum hann hevur verið í viðgerðini av hjúnabandslógini. Líka sum við hjúnabandslógini, hevur málið eisini tikið langa tíð, og fólkið hevur ótolnast, ímeðan tað stundum hevur virkað sum, at politikkarinir arbeiða ov seint.

Men tá broytingar, ið eru grundleggjandi fyri lívið ella heimsfatanina hjá stórum bólkum í samfelagnum, eru fyri, tá mugu viðgerðir taka langa tíð. Tá er tað týdningarmikið, at øll sjónarmið koma fram, og at kjakið onkuntíð er hart – annars kunnu gjáirnar gerast ov stórar ímillum mótstøðufólkini, til at tær lekjast aftur.

Eitt er so víst, og tað er, at tá bæði uppskotini eru endaliga samtykt, kemur okkurt nýtt mál, ið fer at klíva samfelagið líka nógv. Men ístaðin fyri at ilskast um at trúðarbólkar savnast á Vaglinum fyri at biðja til hægri maktir, um at hjúnabandslógin ikki verður broytt, eiga vit kanska at gleðast um, at tey hava møguleikan at gera tað.

Tað er veruliga at gleðast um, at samkynd langt um leingi kunnu giftast týsdagin. Men vit eiga samstundis at gleðast um, at orðið er frítt í samfelagnum. Tað er fyrsta fortreyin fyri, at nøkur rættindi verða vunnin yvirhøvur.