Ovastevnan byrjar í dag

Nólsoyingar eru kendir fyri at hava gott hugflog, og ofta er virksemið á Ovastevnu fjølbroytt. Soleiðis er eisini í ár. Ovastevnan í Nólsoy byrjar í dag og endar mánadagin.

Leygardagurin er stóri dagurin á Ovastevnu. Leygarmorgun kl. 10 er svimjitreff á strondini á Malarenda. Tá ber til at svimja og skvatla, sum fyriskipararnir sjálvir siga. Eitt av teimum heilt stuttligu tiltøkunum á Ovastevnu er, tá ið pyntaðar trillubørur kunnu vísast fram kl. 12 á keiini.

Eisini er listaframsýning á Guðrunarveggi við lokalari list. Leygarkvøldið er m.a. sangløta við Dánjali á Neystabø til børn, tónleikur við Dánjali og Bjarka í Maggies, felagssangur á keiini, føroyskur dansur í Avhaldshúsinum og dansur í Royndarhúsinum við Rannvá Vesturklett, Jóannesi Jacobsen og Árna Andreassen.

Kabarettin “Sofan hjá Cobu” er hvønn dag í Royndarhúsinum.

Til ber at síggja skránna her.