Nú verður aftur møguleiki at síggja filmin “The Islands and the Whales” í Føroyum. Tann 25. mars kl. 15 verður hann vístur í Norðurlandahúsinum sum partur av CHP:DOX (Copenhagen International Documentary Film Festival), sum verður hildin í døgunum 16.-26. mars. The Islands and the Whales verður vístur samstundis í 22 biografum og spælistøðum.
Mike Day, filmsstjóri og framleiðari, hevur arbeitt fleiri ár við filminum, sum snýr seg um tvídráttin millum siðbundna gagnnýtslu av náttúrutilfeingi og umhvørviseitur, sum upphópast í føðiketuni.
Filmurin hevur longu verið á nógvum altjóða filmsfestivalum, og hevur vunnið fleiri virðislønir.
Í samrøðu við “Creative Scotland” varð Mike Day spurdur, hvaðani hann fekk hugskotið til søguna í The Islands and the Whales.
Hugskotið kom frá nøkrum føroyskum sjómonnum sum Mike Day hitti meðan hann tók upp filmin Súluveiðumenninir á Ness. Føroyingarnir undraðust á hvat filmsfólkini gjørdu har úti í óveðrinum norðan fyri Lewis. Tá sagt var frá um gomlu fuglaveiðuna fóru føroyingarnir at greiða frá um føroyska veiðu, og var hetta forkunnugt, tí Føroyar eru eitt av heilt fáu støðunum har sjófuglur verður etin.
– Skjótt kom fram, at søgan var um nógv annað enn bert at veiða fugl og hvalir. Føroyska sjófuglameingi minkar skjótt, føðin hjá fuglunum er burtur og fuglamagarnir fullir av plastik. Samstundis eru hvalirnir so fongdir við kyksilvur og PCB at teir eru eitrandi at eta. Fjarskotnu oyggjarnar tóktust hava eina søgu sum øll eiga at hoyra, tí dálkingin kemur frá aðrastaðni frá enn Føroyum, segði Mike Day. Les alla samrøðuna her.