P/F Enniberg stevnt landsstýrinum

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, hevur váttað fyri Fjúrtanda, at P/F Enniberg hava stevnt landsstýrinum. 

Brandar Heðinsson hevur skrivað, 

Stevningin snýr seg um mong ymiskt viðurskifti, tó so at tað helst er pástandurin, um nýggja sjófeingislógin er ognartøka, ið er átrokandi.

Hvat tað er, ið reiðaríið metir sum ognartøku í fiskivinnunýskipanini, er enn ógreitt, tá ið fiskimálaráðið enn ikki hevur havt stundir til at gjøgnumganga stevningina. Tó so at tað helst munnu vera tey sokallaðu “søguligu rættindini”, ið partvíst verða skerd og latin á uppboði.

P/F Enniberg metur seg hava rætt til endurgjald fyri mist rættindi, ið landsstýrið sambært reiðaríinum hevur ognartikið.

Fiskimálaráðið hevur fyribils onga viðmerking.