Páll á Reynatúgvu sent samhugaskriv til Katalonia

Páll á Reynatúgvu hevur sent starvsfelaga sínum í Katalonia samhugaskriv. 

Mikudagin sendu Tjóðveldi og limir úr samgonguni samhugaskriv til Katalonia, og í dag hevur Páll á Reynatúgvu sent samhugaskriv til starvsfelaga sín í Katalonia. Tað skrivar føroyski tingformaðurin sjálvur á sínum Facebook-vanga.

Skrivið er sent til Camre Forcadell, ið er tingforkvinna í Katalanska tinginum.

Hetta er skrivið, ið Páll á Reynatúgvu hevur sent.