Páll á Reynatúgvu verður 50 ár í dag. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1998 og hevur nærum sitið uttan steðg á tingi síðani tá.
Í dag verður Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, 50 ár. Páll varð fyrstu ferð valdur á ting í 1998, og hann varð afturvaldur í 2002 og 2004, men ikki í 2008. Í 2011 og 2015 varð Páll valdur aftur á ting, og síðan núverandi samgonga tók við, hevur hann røkt starvið sum tingformaður.
Páll var eisini landsstýrismaður í almannamálum eitt stutt skifti í 2002 til 2003, umframt at hann hevur verið borgarstjóri á Sandi frá 2002 til 2003 og aftur frá 2003 til 2008.
Páll hevur verið limur í Tjóðveldisflokkinum í nógv ár. Ímillum hjartamálini hjá Pálli eru dreymurin um einar frælsar Føroyar og samhaldsfesti, umframt at hann altíð hevur arbeitt fyri Sandoynni. Sum tingmaður hevur hann millum annað sitið í fíggjar-, Vinnu- , trivnaðarnevndini og er nú formaður í tinginum.
Røturnar í flokkinum ganga langt aftur. Pápi Páll, Niels á Reynatúgvu, varð sjálvur fleiri ferðir uppstillaður á lista E á Sandi saman við Erlendi Paturssyni.
Dagurin verður sum skilst hátíðarhildin seinni.
Vit á Fjúrtanda ynskja Pálli hjartaliga til lukku.