Pauli og Jenis í Norðurlandaráðið

Føroyar hava tvey umboð í Norðurlandaráðnum. Í dag vóru nýggj umboð vald. Pauli Trond Petersen fyri Tjóðveldi og Jenis av Rana fyri Miðflokkin vóru valdir.

Tað er vanligt í løgtinginum, at ein úr samgonguni og ein úr andstøðuni verða vald í Norðurlandaráðið. Soleiðis var eisini á hesum sinni. Eykavald fyri Paula Trond Petersen er Ruth Vang úr Framsókn, og fyri Jenis av Rana er Bill Justinussen úr Miðflokkinum eykavaldur.

Tó at Føroyar hava tvey umboð í Norðurlandaráðnum, hava Føroyar ikki fullgildigan limaskap í ráðnum. Landsstýrið arbeiðir við at fáa fullgildigan limaskap, men mótstøða er m.ø. úr Danmark, sum sigur at tað gongur ímóti donsku grundlógini. Í 2003 samtykti løgtingið einmælt,  at Føroyar skulu søkja um sjálvstøðugan limaskap. Tá fingu Føroyar ikki sjálvstøðugan limaskap.