Pensiónsnýskipan fyri øll – ella eg ein stóran, tú ein lítlan?

Eydnan hjá politikkarum sigst vera, at fólk eru so stuttmint. Hugsi, at politikkarar eisini eru stuttmintir. Eg ætlaði, nú  spurningurin um almennu pensiónskipan okkara aftur er á breddanum,  at skriva nakað um søguna hjá fólkapensiónini og samhaldsfasta, og má ásanna, at hóast  stundum  egnan politiskan leiklut, so er okkurt farið. 

Í 50-unum var ein lærari í Klaksvíkar skúla, ið hevði ilt við at halda skil á  næmingunum. Ein dagin segði  hann við grátirødd:

– Og so havi eg biðið Guð um, at tit skikka tykkum betur, og hann hoyrir meg heldur ikki.

Heima hjá okkum skuldi ikki sigast øvugt orð um lærarar, men eg loyvdi mær aftan á hesa hending at siga við mammu mína, at eg skilji ikki, at PJ vil vera lærari. Mamma svaraði bara:

Hann kann so gleða sig til at fáa eina góða lærarapensión.

Nú skilti eg uppaftur minni. Fyri eitt 10 ára gamalt barn kundi pensión bert sammetast við ævinleikan.

Tað var seinni, at vit hoyrdu um fólkapensión til øll (1959), men tað var nakað heilt annað enn lærarapensión. Komin á studentaskúla í 1960 var tað ikki sørt umrøtt í samfelagslæru. Neyvan nakar skilti rættiliga, at øll uttan mun til inntøku og ognir, nú skuldu hava fólkapensión, og at hetta varð byrjanin til vælferðarsamfelagið.

Og so var spurningurin: skuldu Kjølbro og Poul Hansen – kendir sum ríkmenn tá, veruliga hava fólkapensión? Her var almikið at kjakast um restina av tímanum.

Hvussu gomul blivu tey?
Nú henda góða mynd av fimleikagentum úr realflokkinum í Klaksvík 1959-1960 nýliga var mær send, var mín fyrsti tanki: hepnar, at vit liva enn. Hesar gentur eru føddar undir krígnum og eru í dag 73-74 ára gamlar og fáa ivaleyst allar fólkapensjón. Marita Kjølbro fødd 1943 – hin hægsta mitt fyri, doyði i  í 1996 og hvílir Úti í grøv í Klaksvík saman við mammu og pápa sínum.

Nú kom eg í tankar um omanfyrinevnda lærara, sum kundi ugga seg við eini stórari lærarapensjón. Hvussu drúgv var nú nevnda gleði hjá honum?

Í lærarabókini kundi  lesast, at hann gjørdist 68 ár. Fór síðan at kanna 8 av teim lærarum, flokkur mín hevði havt mest í árunum 1950-1960 – 2 kvinnur og 6 menn.  Hin yngsti doyði 58 ára gamal og hin eldsti 78 ára gamal. Miðalaldurin gjørdist eisini 68 ár. Við øðrum orðum – tvey skallut ár við tí hálovaðu lærarapensjónini. Tá var lærarapensjónin 75% av læraralønini. Í dag er hon 60%.

Men hetta við 68 árum er júst tað, ið sagt varð, tá ið fólkapensjónin kom fyri 58 árum síðani. Fólk livdu í meðal 2 ár aftaná, tey fingu fólkapensjón. Og tað var líkasum tað, ið var grundarlagið undir framrokningunum við fólkapensjónini. Og hetta er tað, sum í dag verður nevnt búskaparliga haldførið, ið ger broyting í almennu pensjónini alneyðuga.

Eftir aldarskiftið frættist, at gentubørn um okkara leiðir – fødd í dag – hava stóran møguleika fyri at fylla  100 ár.

Nú eru vit við kjarnan.
Skulu so fólk í framtíðini hava fólkapensjón, frá tí tey eru 67 ár, og til tey gerast upp ímóti 100 ella meir?

Vit fáa færri børn, og fólk verða eldri og eldri, áðrenn tey koma á arbeiðsmarknaðin. Talið á teimum, sum arbeiða og rinda  pensiónirnar, og sum halda samfelaghjólinunum gangandi, minkar alsamt, og talið av pensjónistum økist støðugt.

Henda álvarsmynd stingur seg upp bæði her hjá okkum og í grannalondunum. Áðrenn fólkatingið fór heim, var ætlanin at hækka fólkapensjónsaldurin munandi, men har fanst ikki semja. Eisini fakfelagsfólk vóru á varðhaldi millum annað við tí sjónarmiði, at fólk eru í mongum førum niðurslitin, tá ið tey eru 67 ár. Og soleiðis er eisini her hjá okkum.

Arbeitt hevur verið við broyttari pensiónsskipan síðan aldarskiftið og meira afturat, og nú væntast álit lagt fram í heyst. Sum skilst, verður samhaldsfasti veruliga álitið í komandi pensiónsskipan. Samstundis sum inngjaldið verður hækkað, skal útgjaldið setast longur upp.

Pensjónsskatturin hækkaður og tikin við inngjald.
Tað var í 2011 at farna samgonga framdi hesa gerð, ið var ein vanlukka. Ikki bara fakfeløg og táverandi andstøða vístu á, at hetta var ógvusligur missur fyri løntakarar, og serliga fyri tey lágløntu. Í blaðnum SAMTAKI 29. apríl 2015 stendur, at missurin hjá einum vanligum arbeiðara, sum verður pensionistur um 20-30 ár, er um 12.000 kr um árið í pensión ella samanlagt eini 200.000 kr í pensiónistatilveruni.  Eisini í grannalondunum var henda verkætlan kallað ábyrgdarleys “dødsens farlig skattefidus”. Eins álvarsamt er tað, at álitið á politikkarar og samfelagsskipanina er í stórum vanda.

Og núverandi samgonga, ið var ógvuliga uppøst, segði tá, at tey vildu broyta tað, tá ið tey sluppu framat.

Sum kunnugt er onki hent við tí. Og sjálvandi eru vit bæði stúrin og spent um, hvat nú fer at henda. Síggi annars, at vit, sum nú  eru pensjónistar, spæla ikki týdningarleysan lut sum skattgjaldarar. Men tá ið næsta ættarlið kemur, er teirra skattur ikki tøkur fyri land og kommunur. Hann er brúktur til at fíggja flatskattin frá 2012.

Grundupphæddin í fólkapensjónini niður og samhaldsfasti upp
Omanfyrinevndu broyting var núverandi samgonga rættiliga kvik at seta í verk, tá ið tey komu til. Sum skilst verður á henda hátt meira til avlops hjá fólkum, ið bert hava almennu pensjónirnar at líta á. Partur í hesum er, at meðan grundupphæddin í fólkapensjónini  er skattafrí, so er útgjaldið frá samhaldsfasta skattskyldugt.

Landsfelag pensjónista hevur verið sera ónøgt við hesa broyting og tann ótryggleika, ið støðugt stingur seg upp um framtíðina. Samstundis verður víst á fólkapensjónsgjaldið, sum nógv hava goldið til, ið eru pensionistar i dag.

Skannað skattakort. Pensjónsgjøldini eru merkt við reyðum.

Pensjónsgjaldið 1% frá 1959 til 1978

Víst verður til avrit av skattauppgerð frá Føroya Gjaldstovu hjá unglingi úr Klaksvík árini frá 1967 til 1971.

Sbr. lógaruppskotinum 1. okt. 1959  um fólkapensjón var pensiónsgjaldið eitt prosent av skattskyldugu inntøkuni, og allir skattgjaldarar rindaðu.

Tað er hetta landsfelag pensjonista støðugt hevur víst á.  

Sambært lógtingslóg nr 63 um býti av sosialum útreiðslum í sept. 1978 verður skattastigin broyttur við tí fyritreyt, at fólkapensiónsgjaldið verður avtikið sum sjálvstøðugt gjald. Saman við hesum skulu frádráttir sum limagjald til sjúkrakassa, vinnufeløg, umsiting av húsum v.m. avtakast. Í sambandi við sama løgtingsmál sæst eisini:

før. parturin av fólkapensiónútreiðslunum  og pensiónsgjaldið

1975/76  kr. 29.461.459  pensiónsgjald kr. 12.411.961

1976/77 kr. 33.112.565  pensiónsgjald  kr. 14.014.122

1977/78 kr. 37.815.395  pensiónsgjald  kr. 15.452.273

(hetta er áðrenn blokkurin kom)

Ikki er trupult at gita, hvussu hesin pensjónsgjaldsgrunnur hevði sæð út í dag, um hann var varðveittur. Eg ørminnist, at pensionistar tá í 1978 vóru ónøgdir við avtøkuna  av pensjónsgjaldinum. Tey vóru tá kyrrað við, at strokna pensjónsgjaldið skuldi  so sanniliga verða innroknað í komandi skattin, og tað skuldi heilt víst verða nóg mikið til pensjonistarnar í framtíðini.

Eykapensjón til fólkapensjón í 1965
Ásannandi at fólkapensiónin ikki fór at røkka sum fráleið (longu 6 ár aftaná, at fólkapensiónin kom), legði Karsten Hoydal landsstýrismaður  í 1965 (sjálvstýrislandsstýrið 1962-1966) fram uppskot fyri tingið um,

at løgtingið mælir landsstýrinum til at seta eina nevnd at kanna møguleikarnar fyri eykapensión til fólkapensión, har øll lønarfólk rinda fast gjald í grunn og somuleiðis arbeiðsgevararnir.

Undir viðmerkingunum var tilfar um ymiskar skipanir í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Bretlandi lagt við. Onkrastaðni rindaði arbeiðsgevarin 2/3 og onkrastaðni ½ av inngjaldinum.

Tað stendur ikki har, men danir fingu árið fyri í 1964 eina ATP skipan, sum allir føroyingar kenna, sum hava arbeitt í Danmark. Tað var ein føst  upphædd –  ikki prosentupphædd. Tað eg minnist, var tað í byrjanini 7,95 kr um mánaðin.

Uppskotið hjá Karsteni Hoydal  var einmælt samtykt. Nevndin var sett og fór til arbeiðis, men ongin hoyrdi nakað aftur. Í 1980 spurdi undirritaða eftir áliti frá hesi nevnd í løgtinginum, men har var onki. Tað, sum annars var áhugavert, var, at táverandi  skrivstovustjórin í landsstýrinum (tá var ongin løgtingsskrivstova) Johan Djurhuus, sáli,  greiddi mær frá, at :

– Uppskot til samtyktar, sum var samtykt, merkti bara, at tað samtykta skuldi fremjast, men ikki nær, og ongin hevði ábyrgd av nær. Avgerandi í spurninginum nær var, at tað var játtaður peningur til endamálið. Tí legði eg eitt nýtt uppskot til samtyktar fram um tað sama í 1981 (sat tá í andstøðu).

Tað var einmælt samtykt, men ongin nevnd fór til arbeiðis, helst tí, at ongin peningur var játtaður til endamálið. Soleiðis plagar at vera, tá ið tað er eitt anstøðuuppskot (eg havi ivaleyst verið ov óroynd sum tingkona).

Nú koma vit til januar 85, tá ið Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin fóru í samgongu. Tá ið samgonguskjalið var klárt, og vit, sum ikki vóru í samráðingarnevndini, fingu uppskotið um samgonguskjal, stóð onki um eykapensjón til fólkapensión. Tí bað eg um tað og fekk tað í samgonguskjalið. Nevndin var sett, og eg var so heppin at sleppa í arbeiðsbólkin, ið skuldi gera uppskotið.

Risastóra ATP-húsið
Nógv kundi verið at skriva um nevndararbeiðið viðvíkjandi eykapensjón til fólkapensjón, sum leingi var heitið. Vit vóru rættiliga samd og arbeiðssom og gjørdu millum annað eina arbeiðsferð til Svøríkis, Noregs og Danmarkar at kanna teirra arbeiðsmarknaðarpensjón. Ein ræðumynd, sum stendur enn, er ATP-húsið í Birkerød. Ongantíð í lívinum hevi eg sæð eitt so stórt og mishátt hús – bert til at umsita ATP-skipanina. Ein yvirvaksin bygningur, ið líktist illa dámdu donsku íbúðarleigublokkunum í NUUK . Hetta segði nakað um, hvussu stór og mikil umsitingin var av ATP-skipanini. Øll vóru samd um, at soleiðis skuldi ikki verða hjá okkum.

Í Svøríki  fingu vit at vita, at fólk, ið lítið og onki vóru á arbeiðsmarknaðinum so sum húsmøður og onnur, ið ikki høvdu verið arbeiðsfør ella bóru brek,  fingu lítið ella onki útgjald har, men  1½ útgjald av grundupphæddini í fólkapensión frá sosialu myndugleikunum.

Í Føroyum  máttu vit hava eina skipan, ið var løtt at umsita. Her er tað, at heitið á uppgávuni vit arbeiddu við nevniliga: eykapensión til fólkapensión verður broytt til:

Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin (AMEG). 

Hetta heitið átti táverandi landsstýrismaður Vilhelm Johannesen. Eg plagdi stundum at skemta við, at tað var so knortlut, at tað  kundi brúkast av løgregluni sum sparitiltak við spiritusroynd av bilistum. Tann, sum var førur fyri at siga hetta orðið við fyrstu samrøðu, mátti metast at vera edrúur og átti tí at sleppa undan blóðroynd. Uppskotið var samtykt og AMEG (seinni Samhaldsfasti) var settur á stovn við lóg 7. mei 1991, har fólk byrjaðu at gjalda inn 0.5% av lønarinntøkuni, og arbeiðsgevarin rindaði tað sama. Upprunaliga var ætlanin, at byrjast skuldi við 3% í inngjaldi. Men tá var tað, at vit nærkaðust húsagangi. Tí var ikki goldið út úr Samhaldsfasta fyrrenn 1. apríl 1997.

Fólkapensjónin steðgaði við at vaksa
Eisini hendi tað, at fólkapensjónin, sum plagdi at vera dagførd regluliga, steðgaði við at vaksa. Tað var als ikki nakað, sum var avtalað í samband við samhaldafasta. Eri ikki greið um, um grundupphæddin í fólkapensiónini nakrantíð hækkaði aftur.

Tungt var tað tá í Føroyum. Rindast skuldi eisini til nýggju arbeiðsloysisskipanina (ALS), ið byrjaði í februar í 1992 við fyrsta útgjaldi seinni í august sama ár. Fari eg ikki skeiv, so var stórt trýst ímóti peninginum í Samhaldsfasta Arbeiðsmarkanaðareftirlønargrunninum um hetta mundið. Borgarligu flokkarnir ynsktu at strúka grunnin og at taka peningin og brúka hann, tí tíðirnar vóru so truplar og ringar, og trot var á peningi allastaði.

Inngjaldið til arbeiðsloysisskipanina ALS  var eitt skifti 2.75% av skattskyldugu inntøkuni og sama frá arbeiðsgavara. Tað rakk kortini ikki, og tí var tað sera heppið, at Samhaldsfasti átti pening og megnaði at læna Arbeiðsloysisskipanini 20. mió kr. (kanska var tað meira), sum Samhaldsfasti fekk aftur um aldarskiftið. Áðrenn hetta lán úr Samhaldsfasta hevði landskassin veitt eitt lán til ALS  upp á 20 mió.

Samhaldsfasti er galdandi fyri øll, og øll fáa sama útgjald uttan mun til, hvussu nógv tey hava goldið inn. Ávís krøv eru tó til, at fólk hava búð í Føroyum ávíst áramál. Tí eru dømi um tað keðiliga, at fólk, ið hava goldið frá tí skipanini byrjaði og til nú og fara á pensjón í morgin, kortini ikki fáa fult gjald, tí tey kanska bert hava búð her í 25 ár.

Men sjálv umstingin av samhaldsfasta hevur sum ætlað verið lítil og ongin higartil.

Fari eg ikki skeiv, so segði núverandi  landsstýriskona í almannamálum, at pensjónsaldurin skuldi ikki hækkast, og at 67 ára pensiónsaldur skal varðveitast. Eftir stendur, at nærum øll, ið vóru á arbeiðsmarknaðinum, ið eru fødd áðrenn 1943-1944 eisini hava goldið pensjónsgjald til fólkapensjón líka til 1978 sí (mynd nr. 2), og síðan við lønarskatti goldið pensiónsgjald (var sagt) innroknað í skattainngjaldið síðani 1979.

Síðan hava tey goldið samhaldsfasta (frá 1992). Spurningurin er, hvat hesi góðtaka av broytingum.

Eina og eina hálva grundupphædd
Her og nú haldi eg, at svenska modellið, har fólk við ongari eginpensjón fáa 1 og eina ½ grundupphædd í fólkapensjón, er sera áhugavert. Um tað framvegis verður brúkt, veit eg ikki. Men tað krevur lítla og onga umsiting saman við verandi umsiting.

Tíverri ber ikki til eisini at umrøða støðuna hjá fyritíðarpensjónistum í hesi grein, ið longu er ov long.

Møguleikin at halda fram við at arbeiða aftan á 67 ár
Tað er eisini ein av hornasteinunum í komandi pensiónsskipan. Sera týdningarmikið, serliga hjá lágløntum, sum orka og kanska hava eina skuld í til dømis húsunum, at tey sleppa at arbeiða eftir, at tey eru 67 uttan ov ógvisliga mótrokning. Haldi, tað er avgerandi fyri sálarheilsu og trivna ikki at hava skuld, tá ið tú verður pensjónistur. Her sigur onkur ivaleyst, at rinda húsaskuld er bert til at økja um arv hjá børnunum. Havi tikið handa spurningin upp við pensjónistar, tá ið framløga onkuntíð hevur verið í pensjónistafeløgum. Har er støðan framvegis hon, at flest øll siga, at tey vilja ikki fara í grøvina við skuld. Í míni verð ongin ódygd.

Annars var Kaptitalpensjónskipanin eisini ein góður møguleiki júst at brúka til at rinda (húsa)skuld, tá gevast skuldi á arbeiðsmarknaðinum. Men skatturin har er broyttur frá 35% til 40% við útgjald (áðrenn 2011), samstundis sum bankarentan er  lítil og ongin, so tað er neyvan áhugavert í dag.

Eftir stendur, hvussu finst semja um pensiónsnýskipanina? Allir flokkar hava verið við í arbeiðinum onkuntíð hesi mongu ár. Løgið atburðarlag: Fyrst vilja øll á ting at taka avgerðir, og so eru mong, ið nokta at taka avgerðir og vera við í arbeiðinum, tá ið tey eru vald. Mær vitandi hevur pensjónsnýskipanin verið ávegis í longri tíð enn fiskivinnunýskipanin.

Hví heldur hon ikki munn? 
Ein drívmegin til at skriva hetta er umframt eina roynd at siga frá almennu pensjónsøgu okkara at geva fólki møguleika til at luttaka í tí kjaki, ið vónandi kemur við uppskotinum um pensjónsnýskipan. Tað er eisini alneyðugt við samstarvi millum samgongu og andstøðu. Tað er eisini neyðugt at vísa á dømi um, hvussu trupult ella vónleyst tað er at rógva afturáaftur, tá ið broytingin er gjørd, hóast tað ofta verður sagt:  “vit broyta tað, tá ið vit koma framat aftur”. Støðugt hava vit í seinastuni eisini hoyrt andstøðuna leggja dent á, at vinnan má hava stabilitet og tryggleika.

Álvaratos! halda tit ikki, at pensjónistum tørvar stabilitet og tryggleika?

Karin Kjølbro,
Tingkona tjóðveldisfloksins 1978-1990