Pensjónistar fáa meira at liva fyri

Í morgun løgdu umboð fyri samgonguna og Sjálvstýri uppskot um pensjónsnýskipan fram. Uppskotið gevur pensjónistum 1000 krónur meira um mánaðin at liva fyri. 

 

– Eg eri ómetaliga fegin um, at pensjónistar nú fáa meira at liva fyri, og at tað fer at gerast meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur, samstundis sum vit styrkja fíggjarliga haldførið hjá vælferðarsamfelagnum frameftir. Bæði verandi og komandi pensjónistar fáa við pensjónsnýskipanini eina munandi betri og tryggari pensjónsskipan, segði Kristina Háfoss millum annað á tíðindafundi í morgun.

Tíðindafundur var í morgun, har greitt var frá pensjónsnýskipanini, sum samgongan hevur gjørt saman við Sjálvstýri. Í samgonguskjalinum var pensjónsnýskipanin raðfest, eins og fleiri samgongur undan hesari hava arbeitt við skipanini.

Uppskotið hjá samgonguni um pensjónsnýskipan byggir á trý stavnhald:

  1. Hægri pensjón til pensjónistar við lágari og miðal inntøku
  2. Meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur
  3. Styrkir haldførið og framtíðartryggjar vælferðarsamfelagið

Tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá fíggjarmálaráðnum.

Í uppskotinum til pensjónsnýskipan veður lagt upp til, at pensjónistar í framtíðini skulu arbeiða longur, men at hendan broytingin skal gerast yvir langa tíð. Tí verða pensjónistar, ið arbeiða eftir pensjónsaldur, í framtíðini ikki skattaðir eins hart, og teir hava verið. Pensjónsaldurin hækkar eftir skipanini við einum hálvum ári í 2025 og einum hálvum ári meira í 2030.

Pensjónsskatturin hevur verið flatur, síðan fyrrverandi samgongan setti forsskattingin av pensjónini í verk . Nú verður skatturin aftur í stigum, soleiðis at pensjónsskatturin einans verður 30 prosent hjá teimum lægst løntu.