Á fundi í gjár segði Kristina Háfoss, at um nýskipan ikki verður framd á pensjónsøkinum í dag, verða vælferðartænasturnar ikki tær somu í framtíðini.
– Um vit ikki gera nakað nú, kunnu vit vænta, at vælferðartænasturnar ikki verða tær somu í framtíðini.
Tað segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna á almennum fundi um pensjónsnýskipanina í gjár.
Tað var Suðurstreymoyar Tjóveldisfelag, ið skipaði fyri tiltakinum um nýggju pensjónsnýskipanina hjá samgonguni, sum er send til hoyringar. Nakað av fólki var til tiltakið, har Kristina Háfoss og Katrin Kallsberg løgdu fram.
Kristina Háfoss legði út við at greiða frá arbeiðsháttinum í samband við nýskipanina. Hon segði, at allir flokkar hava verðið kunnaðir um arbeiðið at gera pensjónsnýskipan. Hon segði, at bara Fólkaflokkurin meldaði seg beinavegin úr samráðingunum. At enda gjørdist tað samgongan og Sjálvstýri, ið gjørdu semju saman.
– Fólkaflokkurin valdi beinavegin at seta seg uttan fyri samráðingarnar og at leggja seg í skotgrøvina. Brádliga var flokkurin ímóti mótrokning í grundupphæddini, hóast flokkurin hevur talað fyri eini nógv ógvusligari mótrokning áður, segði Kristina Háfoss.
Landsstýriskvinnan segði, at hon var nøgd við skipanina, hóast hon viðgekk, at hon var merkt av, at tað var neyðugt at fyrihalda seg til seinastu samgonguna, ið innførdi tvungna uppsparing á 15 prosent fyri øll og hækkaði pensjónskattin upp á 40 prosent fyri øll.

Sum sæðst á myndini verða grundupphæddin og viðbótin mótroknaðar, um nýskipanin verður sett í verk. Mótrokningin er tó so lagalig, at tú skalt hava eina inntøku á næstan 300 krónur, um tú skal missa eina krónu ímun til verandi skipan.
Tvær skipanir – trý stavnhald
– Vit vilja ikki gera nakað ímóti teimum, ið longu hava innrættað lívið eftir núverandi skipan, segði Kristina Háfoss, tá ið hon greiddi frá, at pensjónsnýskipanin er býtt í tvey – ein skipan eftir núverandi leisti og ein til framtíðina.
Verandi pensjón verður sostatt broytt nakað. Úgjaldið úr samhaldsfasta hækkar, ímeðan grundupphæddin og viðbótin verða mótroknaðar. Ein fólkapensjonistur, sum fer at virka undir núverandi skipan fær eftir allar útrokningar um 1000 krónur meira um mánaðin at liva fyri.
Kristina Háfoss vísti á, at í verandi skipan, sum hon verður umsitin nú, verður viðbótin mótroknað soleiðis, at tú byrjar at missa pensjón, um tú hevur eina inntøku á bara 60.000 krónur. Um broytingarnar í skipanini verða settar í verk, verður mótrokningin so lagalig, at tú skal hava eina inntøku á næstan 300 túsund, áðrenn tú byrjar at merkja tað ímun til verandi pensjón.
Í hinum leistinum, sum verður gjørdir fyri framtíðar pensjónistar, er málið tað sama sum við restini av skipanini.
– Øll skipanin er bygd um okkara trý stavnhald, sum eru, at pensjónistar við lágari og miðalinntøku skulu fáa eitt størri útgjald, at tað skal verða meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur og at styrkja haldførið og tryggja vælferðarsamfelagið í framtíðini, greiddi Kristina Háfoss frá, tá ið hon fór í holt við at greiða frá leistinum, sum pensjónin verður skipað eftir í framtíðini.
Seinasta samgonga hækkaði skattin fyri pensjónirnar upp í 40 prosent fyri allar pensjónir, tá ið hon skuldi fíggja flatskattin. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum var sjálv ein av teimum við heilt hørðum atfinningum mótvegis ætlanini hjá táverandi samgonguni, og tí fegnaðist hon um, at pensjónsskatturin verður í stigum í nýskipanini, soleiðis at tey, sum vinna mest, gjalda meira enn tey, ið hava lítla inntøku.
Ein annar táttur í skipanini, sum Kristina Háfoss var glað um at fáa við, var, at tað verður meira eggjandi at arbeiða eftir pensjónsaldur í komandi skipanini. Mótrokningin verður ikki so ógvuslig, sum hon hevur verið í verandi skipan, soleiðis at ongin verður revsaður fyri at arbeiða longur enn pensjónsaldur. Hinvegin verður møguligt at útseta pensjónina og at leggja aftur at henni samstundis.
– Skipanin verður soleiðis, at fyri hvønn mánað, tú arbeiðir longur og velur at útseta pensjónina, verður pensjónin hækkað, til tá ið tú velur at fara á pensjón, greiddi landsstýriskvinnan frá. Hon vísti á, at ein stórur partur av føroyingum longu velur at arbeiða longur enn til pensjónsaldur. Tøl hjá fíggjarmálaráðnum vísa, at tað ikki er stórur munur á fólki, sum arbeiða sum 66 og 67 ára gomul, og at aldurin, tá ið fólk velja at fara frá, er frá 60 ára til 73 ára aldur. Føroyingar fara altso frá líðandi og velja ikki allir at leggja frá sær um pensjónsaldur – heili 50 prosent av føroyingum velja at arbeiða longur enn til pensjónsaldur.
– Eg var sjálv ógvuliga bilsin, tá ið eg sá tølini. Satt at siga helt eg talan vera um skeivar útrokningar. Men tað vísir seg, at fólk arbeiða nógv eftir pensjónsaldur, og at inntøkan liggur um 20.000 um mánaðin, segði Kristina Háfoss at enda.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum og Katrin Kallsberg, sum sjálv hevði framløgu á fundinum, lýddu á, ímeðan Kristina Háfoss hevði framløgu.