Pensjónsnýskipanin á breddan í Vestmanna

Í kvøld verður pensjónsnýskipanin sett á breddan í Vestmanna Skúla. Kristina Háfoss fer at leggja skipanina fram á tiltakinum, og síðan verður høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar. 

Mikukvøldið 6. desember hevur Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum, framløgu um pensiónsnýskipanina í Vestmanna. Framløgan verður í Miðhøllini í Vestmanna skúla (nýggja skúla). 

Á tiltakinum hevur Kristina Háfoss ein stuttan fyrilestur, áðrenn høvi verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum.

Tað er Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, sum skipar fyri tiltakinum, sum byrjar kl. 19:30 og varir umleið 2 tímar. 

Felagið sigur í tíðindaskrivi, at øll eru vælkomin, og at tey vóna, at nógv fólk kemur til tiltakið.